HANDBÓK TIL UNORDINARY MEETINGS
Tá ið mann skipar fyri eini ráðstevnu, einum fundi ella líknandi tiltaki, er tað gott við íblástri ella hugskotum til eina øðrvísi skrá. Tá er handbókin ‘Unordinary Meeting’ góð at lúra í.
Í hesi handbók finna tit bæði “ísbrótarar”, pappírskavakríggj og netverksbingo. Sum fyriskipari snýr tað seg um at skapa løtur, sum luttakarar ikki fara at gloyma.
Takið handbókina niður á telduna niðanfyri.