HANDBÓK UM GØTUBYGGING
Frísk luft og nakrar kilometrar í beinini – finst nakað betri enn ein góður fjallatúrur? Ikki um vit hyggja at rákinum, sum er komið seinnu árini. Alsamt fleiri eru vorðin bitin av at ganga í fjøllunum – bæði eftir gomlum bygdagøtum og nýggjum leiðum, sum ferðavinnan hevur varpað ljós á.
Tað er bara gott. Kropslig møði er andalig føði. Tó er ein vansi við hesum, og tað er, at nógvu fótafetini slíta lendið. Avleiðingin er ikki bara, at tað verður runutari – tað verður samstundis eisini hættisligari at ganga. Summastaðni mugu nýggjar ræsur gerast, og aðrastaðni mugu tær umvælast.
Tí hevur Visit Faroe Islands í samstarvi við onnur framleitt eina handbók um gøtubygging. Føroyingar og ferðafólk mugu vita, hvør er rætta leiðin at ganga. Við góðum gøtum verða tey leidd tann vegin, sum tey eiga at fara, og øki, sum skulu fáa frið, verða vard.
Endamálið við handbókini er at geva fólki og myndugleikum nøkur amboð, tá ið tey gera og viðlíkahalda gøturnar, so at gøturnar eru haldgóðar, og so at tær í tilfari og útsjónd fella inn í lendið.
Gøturnar taka støði í gomlum føroyskum siði, og royndir og arbeiðsgongdir, sum verða brúktar í grannalondum okkara, eru nýttar.
Menningardeildin á Visit Faroe Islands hevur tikið stig til og samskipað arbeiðið at gera handbókina í samstarvi við áhugapartar í Føroyum. Handbókin er vegleiðandi og ætlað til íblásturs.
Tey, ið hava mannað arbeiðsbólkin, eru:
- Michael Jacobæus, landslagsarkitektur (tekstur og myndlýsingar)
- Hans Hjalti Skaale, býargartnari
- Magnus Gaard, plantufrøðingur
- Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni
- Rakul Árnadóttir Jakobsen, landslagsarkitektur
- Justinus Eidesgaard, gøtubyggjari
- Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á VFI (ritstjórn og samskipan)
Lesið handbókina her og/ella takið eina talgilda útgávu niður á telduna á knøttinum niðanfyri. Eisini ber til at venda sær til Visit Faroe Islands, um tú vilt fáa prentað eintak av útgávuni.