hANDBÓK AT GERA BURÐARDYGG TILTØK
Handbókin um at gera burðardygg tiltøk er ein hjálpar- og íblástrarkelda hjá tær, ið ætlar at skipa fyri burðardyggari tiltøkum. Handbókin kann hjálpa tær við at skapa eitt yvirlit og loysa tær mongu uppgávur, sum fylgja við, tá ið skipast skal fyri tiltøkum.
Vit ynskja øll at tryggja, at tiltøk í Føroyum eru so burðardygg sum til ber - sum bæði gagna umhvørvinum, samfelagnum og skapa eina betri uppliving fyri luttakararnar.
Brúka hendan amboðskassan sum eina vegleiðing og íblástur at hugsa burðardygd í øllum liðum í tínum tiltaki.