VEGLEIÐING AT SKRIVA EIN BURÐARDYGDARPOLITIKK

Átta prei til at skriva ein ábyrgdarfullan burðardygdarpolitikk.

1 Endamál
Lýs endamálsorðingina og kjarnuvirðini hjá tíni fyritøku.

 

2 Stevnumið
Greið frá, hvussu tit arbeiða við burðardygd innan umhvørvislig, samfelagslig og búskaparlig viðurskifti - frá yvirskipaðum málum til ítøkilig átøk í dagliga arbeiðinum. Greið eisini frá, hvussu tit taka atlit til fjølbroyttni og atkomu í tykkara gestauppliving.

 

3 ST Heimsmálini
Greið frá, hvussu arbeiðið hjá tykkum og leiðreglurnar hjá fyritøkuni stuðla upp undir ST Heimsmálunum fyri burðardygga menning.

 

4 Felagsstev
Tryggja, at burðardygdspolitikkurin hongur saman við málunum hjá fyritøkuni og við málinum hjá Visit Faroe Islands (Sí ‘Heim’ ætlanina).

 

5 Endurskoðan
Greið frá, hvussu tú ætlar at endurskoða og menna burðardygdspolitikkin, so arbeiðið kann styrkjast og laga seg eftir broyttum viðurskiftum og málum.

 

6 Vís ábyrgd

Politikkurin skal vera undirskrivaður av leiðsluni og greiða frá, hvør hevur ábyrgd av arbeiðinum, og hvussu arbeiðið við burðardygd verður skipað - t.d. við at seta ábyrgdarpersón, skipa arbeiðsbólk ella seta tíð av til arbeiðið.

 

7 Innkeypspolitikkur
Greið frá, hvussu tit við tykkara innkeypspolitikki tryggja, at innkeypini hjá fyritøkuni samsvara við málini um burðardygd.

 

8 Samskifti og marknaðarføring

Tryggja, at arbeiðið við burðardygd verður samskift - bæði innanhýsis og út til viðskiftafólk, samstarvsfelagar og almenningin. Deil góð dømi og framstig, t.d. við tíðindabrøvum ella postum á sosialum miðlum, og ver við til at geva íblástur til aðrar ferðavinnufyritøkur í Føroyum.

Vegleiðing
8 prei til at skriva ein burðardyggan politikk
TAK NIÐUR