STUÐUL TIL GRØNAR GÓÐKENNINGAR

Eitt mál í nýggju Heim-strategiini hjá Visit Faroe Islands er, at 50% av ferðavinnufyritøkunum hava eina umhvørvisgóðkenning og nú ber til at fáa stuðul til at fáa eina slíka umhvørvisgóðkenning til vega.

At fáa slíka góðkenning er ofta lættari enn fólk halda. Kortini kann tað vera møtimikið at fara undir, tá talan er um eina lítla fyritøku, sum ikki hevur arbeitt skipað við burðardygd áður. 

Nú ber til at fáa stuðul til at fáa eina slíka umhvørvisgóðkenning til vega. Dømi um triðjaparts góðkenningar, sum stuðul kann veitast til, eru: Green Key, Svanen, ISO, B-Corp, Travel Life, osfr.

Hvør kann søkja?

Kunningarstovur, alment rikin søvn og ferðavinnustøð og kommunal kampingpláss. Sí dømi niðanfyri.

Vegleiðing at taka niður

TAK NIÐUR

Kunningarstovur

Kunningarstovur og/ella kommunur kunnu søkja um stuðul frá Visit Faroe Islands til ráðgeving í sambandi við eina grøna góðkenning. Helmingurin av upphæddini kann latast í stuðuli.

Alment rikin søvn og ferðavinnustøð

Í Føroyum skulu ferðavinnustøð eisini umhvørvisgóðkennast, hetta kunnu vera støð í náttúruni eins og søvn. Hetta kann Visit Faroe Islands eisini veita stuðul til við helminginum av stuðulsupphæddini.

kommunal kampingpláss

Kommunal kampingstøð kunnu eisini fáa stuðul til ráðgeving í sambandi við eina umhvørvisgóðkenning og helmingurin av stuðulsupphæddini kann endurrindast frá Visit Faroe Islands. 

Hvussu søki eg?

Send skrivliga umsókn til info@visitfaroeislands.com og viðmerk umsóknina ‘Stuðul til umhvørvisgóðkenning’

Hvussu so við privatum fyritøkum?

Privatar fyritøkur kunnu søkja Vinnuframa um stuðul til ráðgeving í sambandi við eina umhvørvisgóðkenning. Tað eru ikki nøkur avmarking í stuðulsupphæddini søkjast kann um.

Tímalønin til ráðgevan er í mesta lagi kr. 500.

Um tað til dømis verður søkt um kr. 20.000, skal tað standa á rokningin frá ráðgevanum Tal av tímum x kr. 500.

Hvussu søki eg stuðul frá Vinnuframa?

Vinnuframi hevur eina heimasíðu, har greitt verður frá, hvussu søkt verður um stuðul.