MANNAGONGD TIL GRØNAR GÓÐKENNINGAR

Krøvini um at samskifta greitt og álítandi um burðardygd økist. Fyritøkur og felagsskapir verða í vaksandi mun biðin um at vísa fram sítt arbeiði og sínar ætlanir við burðardygd.
Hetta setir krøv – og skapar samstundis óvissu. Fokus á greenwashing ger, at fleiri halda seg aftur við at fortelja um sítt burðardygdararbeiði. Hetta verður nevnt greenhushing – at tiga, hóast gott arbeiði verður gjørt. Úrslitið er, at vit missa vitan, íblástur og møguleikan fyri felags menning.

Ein burðardygdargóðkenning er eitt sterkt amboð – bæði til at lofta vaksandi krøvum og til at menna og vísa fram tykkara burðardygdsarbeiði á ein álítandi hátt. Hon gevur tykkum eina greiða kós og karmar at arbeiða eftir – og hjálpir tykkum at savna, skjalprógva og miðla tykkara arbeiði.
Tað snýr seg eisini um at hugsa burðardygd á nýggjan hátt. Ein góðkenning gevur tykkum møguleika at síggja virkisøkið við nýggjum eygum – og finna loysnir, sum bæði kunnu spara orku, betra tænastur og økja trivnaðin. Tað kann loysa upp fyri íblástri, sparingum, nýhugsan og menning – bæði hjá leiðslu og starvsfólki.

Hvat er ein burðardygg góðkenning?

Ein burðardygds góðkenning er ein óheft meting, sum váttar, at tit lúka ein góðkendan standard fyri burðardygga ferðavinnu.

  1. (First-party)
    Tit gera eina innanhýsis meting. Gott byrjanarstøði.
  2. (Second-party)
    Ein ráðgevi ella kundi, sum tit samstarva við, metir tykkara arbeiði.
  3. (Third-party)
    Ein óheftur og góðkendur stovnur metir tykkum. Hetta er mest álítandi og altjóða viðurkenda skipanin. Vit viðmæla hesa góðkenning, tí hon gevur tykkum trúvirði og styrkir álitið hjá kundum og samstarvsfeløgum.

Hví fara í gongd?

Ein góðkenning er prógv um, at tit arbeiða við burðardygd á skipaðum og álítandi grundarlagi.

Her eru tríggjar høvðusorsøkir at fara í gongd:

  • Álit og prógv: Ein góðkenning váttar, at tykkara arbeiði lýkur altjóða krøv, t.d. innan stýring av innkeypi og veitingum, lógarábyrgd og váðastýring. Samstundis gevur hon tykkum yvirlit yvir lógarásetingar og hjálpir at minka vandan fyri revsitiltøkum. Hetta styrkir tykkara trúvirði og ger tað lættari at samskifta um burðardygd – bæði innanhýsis og úteftir.
  • Betran og sparing: Ein góðkenning er ikki bara eitt prógv – tað er eisini eitt amboð til framhaldandi menning og raðfestingar til betraðar mannagongdir. Green Tourism-váttanin hevur t.d. víst, at fyritøkur við hesi góðkenning spara upp til 20% av orkukostnaði.
  • Kappingarfyrimunur: Ferðafólk og keyparar vilja hava álítandi burðardygd. Sambært Booking.com leggja 83% av ferðafólki dent á váttanir, tá tey velja ferðamál ella veitara. Ein góðkenning styrkir tykkara støðu á marknaðinum.
Vegleiðing
Hvussu fara tit í gongd, altjóða standardir, ráðgeving v.m.
TAK NIÐUR

Tað eru fleiri ráðgevingarfeløg, sum kunnu hjálpa við at fáa eina burðardygda góðkenning og til ber at søkja um fíggjarligan stuðul til arbeiðstímar hjá ráðgeva, ið hjálpir tykkum við eini góðkenning.