EITT ‘VÆLKOMANDI’ FERÐAMÁL

Visit Faroe Islands stuðlar undir, at Føroyar verða atkomuligar fyri øll – eisini fyri fólk við ymiskum breki.

Handikapsáttmálin hjá Sameindu Tjóðum leggur dent á, at øll skulu hava somu rættindi, møguleikar og virðing, og at samfelagið skal gerast meira atkomuligt og fjølbroytt.

Hvussu kunnu vit betra um atkomuviðurskiftini?

Skjølini frá Ráðnum fyri brekað greiða frá, hvussu bæði myndugleikar og vinnan kunnu gera sítt til at tryggja betri atgongd. Hetta er t.d. at:

  • tryggja góðan atgongd til bygningar, ferðslukervi, mentanarhús og tænastur
  • hugsa um ymiskan tørv longu í verkætlanarstigi

Sí tekstin frá Ráðnum fyri Brekað niðanfyri, har tú kanst fáa ítøkilig ráð.

Handikapsáttmáli

HANDILSSÁTTMÁLI

Umsetur av Brek Ráðnum í 2011
TAK NIÐUR

ST-SÁTTMÁLAN UM RÆTTINDI HJÁ EINSTAKLINGUM, IÐ BERA BREK

TAK NIÐUR

Ráðgeving og vegleiðing

Vit vilja fegin vera ein stuðul, um tú ynskir at gera tína uppliving meira atkomuliga.

Vit mæla harumframt til at fáa vegleiðing frá MEGD, Deyvafelagnum og Sjóndepilinum, tá ið tú innrættar tína matstovu, hotell, savn ella aðra tænastu – so øll kunnu fáa eina góða uppliving.

Atkomuviðurskifti í Tórshavn

Her finnur tú yvirlit yvir atkomumøguleikar til gistingarhús, kaffi- og matstovur, søvn v.m. fyri fólk við koyristóli:

ACCESSIBILITY IN TÓRSHAVN
Lista yvirlit
TAK NIÐUR

DEI politikkur 

DEI (Diversity, equity, and inclusion) stendur fyri ymisleiki, javnrættindi og inklusjón. Ein DEI-politikkur lýsir, hvussu eitt felag arbeiðir við at tryggja, at fólk av ymiskum bakgrundum, evnum og tørvi verða bjóðað júst sama møguleika, virðing og atgongd.

Hví er DEI-politikkur góður at hava?

Hann hjálpir tær at taka ímóti gestum við ymiskum tørvum og ið førir til eina betri uppliving fyri øll:

  • hvussu tú samskiftir við gestir
  • hvussu tú lýsir og marknaðarførir tænasturnar
  • hvussu tú skipar arbeiðsplássið
  • og hvussu tú tryggjar, at øll fáa somu møguleikar og verða vird

Visit Faroe Islands hevur gjørt DEI-politikk ið kann síggjast her.

Sólblómubandið

Tú kanst eisini velja at luttaka í Hidden Disabilities Sunflower-tiltakinum (Sólblómu skipanini) – eitt alheims viðurkent symbol, sum fólk við fjaldum breki kunnu brúka at vísa, at tey hava tørv á eyka stuðli ella tíð.

 

Fyrimunir fyri ferðavinnuveitarar:

  • Tú vísir ábyrgd og inkludering
  • Tú skapar eitt innbjóðandi og rúmligt umhvørvi
  • Hetta kann geva fleiri gestir, eina styrkta ímynd og størri samfelagsliga virðing

Les meira um sólblómubandið her.