Okkara partnarar
Tað eru tey, sum fáa tingini at henda!
Vit hava eitt sterkt og mennandi samstarv við føroyskar fyritøkur, sum hava drúgvar royndir við at skipa fyri fundum, ráðstevnum og altjóða vinnutiltøkum í Føroyum.
Talan er um professionellar veitarar – hotell, ferðaskrivstovur (DMC/PCO), matveitarar, útferðarveitarar og onnur – sum kenna týdningin av góðari samskipan, tænastu, gestablídni og at lurta eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum fyriskipara.
Netverkið samstarvar í ymsum høpi – við felags átøkum, fakligum menningartiltøkum og luttøku á altjóða messum, har vit saman bjóða Føroyar fram sum eitt stað, har alt er gjøgnumført á høgum støði – og har upplivingin er líka týdningarmikil sum innihaldið.
Her verður dentur lagdur á burðardygd í øllum liðum, og nógv verður gjørt burturúr at laga tiltøk til umhvørvi og samfelag. Samstarvið byggir á kreativ samskipan, sparring og íblástur – og ofta eru tað júst hugskotini og nýskapandi loysnirnar, sum gera munin. Tað er ein vinnuferðavinna í menning, við hjarta og visjónum.
Væl fyrireikað er hálv liðugt!
Um tú hugsar um at skipa fyri einum altjóða fundi, ráðstevnu, tiltaki ella ‘bonusferð’ í Føroyum, so set teg í samband við okkum – og við okkara dugnaligu partnarar. Tey duga alt frá A til Ø – og vita, hvussu tú skapar eina ógloymandi uppliving í Føroyum.
Okkara ráðgeving er ókeypis og óheft – og saman við okkara partnarum syrgja vit fyri, at einki verður slept upp á fjall.
Hotel Djurhuus
Hotel yviri við Strond
Tórshavn
Hotel Føroyar
Hotell við oyggjarvegin
Tórshavn
Hotel Hafnia
Søguliga miðbýarhottellið í Havn
Tórshavn
Hilton Garden Inn
Hilton Garden Inn Hotell í Havn
Tórshavn
Hotel Brandan
Gistingarhús við Green Key
Tórshavn
62ºN
Travel, meetings and services – all in one place.
Tórshavn
GreenGate Incoming
føroysk ferðaskrivstova sum bjóða ferðir til Føroyar og serlig útvald ferðamál
Tórshavn