Leikluturin sum Ambassadørur í vinnuferðavinnu
Hvat ger ein Ambassadørur?
Ambassadørurin eggjar sínum virki ella felagi til at halda fundir og ráðstevnur í Føroyum, men eisini letur ambassadørurin hurðar upp fyri Visit Faroe Islands úti í heimi, so vit til dømis sleppa inn í altjóða feløg at bjóða okkum fram. Ambassadørurin deilir eisini sína vitan og royndir við aðrar Ambassdørar, og er við til at útbyggja netverkið og birtir uppundir jaliga umrøðu av øðrum profilum í netverkinum.
Hví gerast ambassadør?
Í leiklutinum sum ambassadørur og fáa tíni tiltøk og fundir til Føroya hevur fleiri fyrimunir við sær:
– Títt umdømi innan tína servitan hækkar bæði innanlanda og uttanlanda
– Tín deild, felag ella granskingarevni fær meiri umrøðu
– Tú verður boðin við til netverkstiltøk í bestu fundarstøðum í Føroyum
– Tú fært almenna viðurkenning fyri at eiga lut í at fáa tiltøk til Føroya
– Tú fært hjálp til fyriskipanina av fundum
– Tú ert við til jaliga ávirkan á føroyska búskapin
Harumframt hevur Visit Faroe Islands eitt netverk við partnarum, sum umboða mest professionellu veitarar innan vinnuferðavinnuna. Hetta ger arbeiðið hjá tær lættari og meiri professionelt.
Ambassadørdagur er einaferð um árið, har tit sum ambassadørar verða heiðraðir fyri fundirnar, sum eru fingnir til Føroya gjøgnum árið.
Hvat kunnu vit bjóða tær?
Visit Faroe Islands hjálpir við óheftari ráðgeving innan øll øki, sum hava týdning fyri tíni tiltøk og fundir. Tá tað snýr seg um størri ráðstevnur og tiltøk, hjálpa vit við at bjóða uppá ráðstevnuna og tiltøkini. Vit samskifta og samráðast við fyriskiparar og nevndir, eins og vit taka fatur í fyrrverandi vertum og kortleggja øll neyðug viðurskifti um tiltakið og til at tryggja góða vertsskapin.
Til at stuðla undir hesum hevur Visit Faroe Islands ráðgeving um fylgjandi:
- Marknaðarføringstilfar og kunning um Føroyar sum vinnuferðavinnuferðamál
- Tænastu- og møguleikakatalog, sum vísir neyvar møguleikar fyri fundum í Føroyum
- Boðskriving, fyrireiking og framløgur tá Føroyar bjóðast fram
- Bjóða umboðum fyri ráðstevnuna á vitjan
- Leitan eftir fundar- og tiltaksstøðum og vísa á møguleikar, sum hóska til tiltakið.
- Vitan um professionellar ráðstevnufyriskiparar og aðrar samstarvsfelagar í vinnuferðavinnu í Føroyum
- Hvar gestirnir kunnu búgva og undanbóking av hotelkømrum
- Ráðgeving um túrar og sosiala skrá
- Viðkomandi kunning til luttakarar við korti yvir Føroyar og Havnina
- Lanyards (ráðstevnuhálsbond) úr ull framleidd á Verkstaðnum Vón
- Blokkar og pennar
Harumframt veita vit ráðgeving um stuðulsmøguleikar til vinnuferðavinnutiltøk hjá Tórshavnar Kommunu. Les um hesar møguleikar her
Ert tú ein av okkara framtíðar ambassdørum fyri Føroyar?
Ert tú limur í einum altjóða felagi ella nevnd?
Ert tú virkin í felagnum/nevndini, og hevur tú møguleika fyri at ávirka, hvar ráðstevnan, fundurin ella tiltakið skal vera hildið næstu ferð?
Hevur tú áhugað fyri at vera vertur?
Um ja, so kanst tú møguliga gerast partur av ambassadørnetverkinum hjá Visit Faroe Islands. Send ein teldupost til info@visitfaroeislands.com.