ÚT AT ETA FÍNT
Eitt er at fara út at eta. Nakað annað er at fara út at eta fínt (en: fine dining). Inni í køkinum stendur ikki ein kokkur og steikir enskan búff. Har stendur ein alkymistur við villum urtum og øðrum sjáldsomum føroyskum rávørum og gandar fram nýggjar smakkir.
At fara út at eta fínt kann samanberast við at fara á vínsmakking. Mann drekkur ikki fyri at blíva fullur, og mann etur ikki fyri at blíva mettur. Mann fer fyri at víðka sjónarringin og bjóða smaksleykunum av. Men líka sjáldan sum mann fer edrúur frá eini vínsmakking, fer man svangur frá slíkari matuppliving.
Føroyar eru vorðnar paradís fyri forvitnar matkennarar. Í túsund ár hava vit turkað og ræsað mat. Ikki tí at tað smakkaði betur – men tí at tað var neyðugt. Túsund ár og tvær Michelin-stjørnur seinni eru vit komin á heimskortið.
TAÐ GAMLA ER TAÐ NÝGGJA
Tá ið niðursetar komu higar um ár 800, vóru góð ráð dýr – tí her var ikki nógv at liva av. Oyðin fjøll og langir vetrar. Tey lærdu seg tó at gagnnýta vindin, tíðina og staðið til sín fyrimun. Stigvíst og miðvíst lærdu tey, hvat ið riggaði. Summi fingu ilt í búkin. Onkur doyði kanska. Men vitanina fingu tey. Mentanina bygdu tey. Og tey góvu hana víðari. Í huldum hjallum hevur rákin ment seg. Ætt fyri ætt og øld eftir øld. Nú er rákin brostin úr rimaveggjunum og farin um allan heim.
Sagt verður, at tann, sum hevur kjøtvit, kann næstan av smakkinum gera av, hvaðani seyðurin er, og hvussu krovið hevur hingið.
– Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur (Fólk og mentan, 1987)
Neyvan høvdu fornu føroyingarnir ímyndað sær, at hesin matsiður fór at røkka slíkum hámarki. Í dag er føroyskur matur týðandi partur av víðagitna New Nordic Cuisine-rákinum, ið nýtulkar norðurlendskan, siðbundnan mat. Tað var lagamanni hjá Poul Andriasi Ziska og KOKS at endursiga søguna um tað ræsta í hesum nýggja samanhangi.
SERLIGAR LØTUR
At fara út at eta fínt er nakað serligt. Nakað, sum mann hevur glett seg til og skrivað í kalendaran, sum var tað ein annar fundur ella føðingardagur.
So spílið tykkum út! Finnið besta kjólan fram, strúkið skjúrtuna, ja, strúkið slipsið við. Takið myndir hvør av øðrum, takið myndir av matinum (tað kann mann tilláta sær, tá ið myndevnið kostar fýra siffur). Gloymið tíð og stað! Millum kertiljós og bros, millum “mammasta” og “omg” er lætt at bara vera til. Áðrenn tit vita av, hava tit sitið í tímar – mett, ikki bert av mati, men av upplivingum.