HER ER GOTT AT SITA

Brádliga var Heimablídni á øllum varrum. Men hvaðan stavar hetta fyribrigdið? Er hetta gamal føroyskur siður ella snild ferðavinnustrategi?

Einki ilt um caffe latte-mentanina og matstovuvinnuna, men tað var ikki gamalt at fara í býin at drekka kaffi ella at fara út at eta. Gamalt var at ganga inn til hvønn annan. Tað hava føroyingar altíð gjørt. Durasnapsurin og bindiklubburin og aðrir serligir siðir eru sprotnir úr hesum. 

HVAT ER HEIMABLÍDNI AKKURÁT?

Heimablídni er ikki bara eitt ekkó av okkara mentan. Við fyribrigdinum og kanska sjálvum heitinum Heimablídni hava vit onkursvegnað ítøkiliggjørt henda sjáldsama siðaarv. Tit verða boðin inn í fremmant heim, men tit verða møtt, sum vóru tit gamlir kenningar. Og tit seta tykkum til rættis, og rættirnir koma á borðið, ein fyri og annar eftir: gamlar familjuuppskriftir kryddaðar við anekdotum úr lokaløkinum. Nýggir smakkir, nýggj minni. Alt er so heimligt og nýtt í senn. 

Tað er ein langur riðil av gestablíðum vertum úr øllum landinum, sum bjóða tykkum inn í heim sítt. Og tey borðreiða fyri tykkum við tí besta, tey hava at bjóða: alt millum fjals og havs.

Heimablídni

Hjá Maud

Vælkomin til Nólsoyar til heimablídni. Her verður tú boðin innar í stovuna í hugnaliga heiminum hjá Maud og Fríðrikki.

Tórshavn

Heimablídni hjá Onnu og Óla

Ein sera góð og ørvísi máltíð hjá bóndahjúnunum á Velbastað.

Streymoy

Garðahúsið

Kom og njót heimablídni í Garðahúsinum og vakra urtagarðin uppi á Gørðum í Søldarfirði

Eysturoy

Heimablídni hjá Hildigarð

Et lekkran føroyskan fisk heima í hugnaligu stovuni hjá Hildigað á Sandi

Sandoy

Karlsá Heimablídni

Vitja heima í Karlslon

Norðoyggjar

Heimablídni hjá Tummas Frank & Elisabeth

Heimablídni hjá Tummas Frank og Elisabeth

Sandoy

Heimablídni hjá Armgarð og Ansgar

Armgarð og Ansgar bjóða vælkomin og borðreiða við fyrstafloks fiskamati.

Suðuroy

BBKass Heimablídni

Heimagjørd máltíð heima hjá hjúninum Kass

Streymoy

Heima í Stovu

Heima í Stovu er eitt familju drivið 'boutique hotel' og heimablídni í Hvalba

Suðuroy

Heimablídni at Hanna's

Í hugnaliga heiminum hjá Hannu kanst tú fáa tað ið gestir kalla eina uppliving í heimsklassa.

Sandoy

Heimablídni hjá Poul og Sóleyð

Heimablídni hjá Poul og Sóley heima á Sandi

Sandoy

Heimablídni hjá Anitu

Heima hjá Anitu verða tit forkelað upp um bæði oyru við góðum heimagjørdum mati.

Suðuroy

Garðurin á Stórheygnum

Heimablídni og útferðir í Svínoy

Norðoyggjar

Á Høgaryggi - Heimablídni í Nólsoy

Heimblídni við staðbundnum vørum

Tórshavn

Heimablídni á Reyni

Heimligt, hugnaligt og hugtakandi

Tórshavn

NEYVARI YVIRLIT?

Heimasíðan Eatlocal.fo er eisini eina vitjan verd. Hetta er staðið, har ið flestøll bjóða hesar upplivingar fram. Farið og forvitnist.