Norðast á oynni er Tjørnuvík, sum telist millum elstu búsetingar í landinum. Túrurin hagar er líka stór uppliving sum bygdin sjálv. Tit koma eitt nú andlit til andlits við Fossá – størsta fossin í landinum. Tað er ein øgiliga sjón, tá vatnið brýtur seg oman á fleiri løg av høvdum, sum tær fyrndargomlu basaltfláirnar hava laðað.
Og so kemur Tjørnuvík. Aldurnar skola áhaldandi inn á vøkru strondina við fína, svarta sandinum, sum einaferð var grót. Í dag búgva o.u. 45 fólk í bygdini, men á sumri ýður í fólki. Serliga er Tjørnuvík vorðin ein savningardepil hjá havíðkarum, sum bæði surfa, padla, snorkla og leypa á bláman av klettunum. Tá er gott at hava vátdrakt. Eisini er gott at seta seg afturá í hitapottinum og njóta útsýnið út á Risan og Kellingina, sum framvegis bíða eftir at verða loyst úr hafti, so tey kunnu dragsa Føroyar til Íslands.
Tit kunnu eisini ganga stórbæra túrin eftir bygdagøtuni upp um fjall til Saksunar. Tað eru góðir 7 kilometrar upp í 500 metra hædd og tekur tykkum einar tríggjar tímar.