Økis-guide 

NORÐOYGGJAR

Tey duga væl at spæla fótbólt, og teimum dámar væl at tosa um fisk. Hóast Norðoyggjar eru seks ymiskar oyggjar, so eru norðoyingar eitt fólk – á sama hátt sum suðuroyingar eru suðuroyingar, og eysturoyingar eysturoyingar. 

Síðan Norðoyatunnilin lat upp – og eisini Eysturoyartunnilin – er tað bert eitt hanagleiv norður í myrkrið. 

Her eru fjøllini hægri, hamrarnir grefligari, og veðrið meira óútrokniligt. Ein fjallatúrur í Norðoyggjum er ikki fyri sartar sálir. Og tað er júst tað, sum lokkar. Tey, sum ganga fjøll, og sum hava sett sær fyri at ganga øll fjøllini í landinum (tann listin telur 340 fjøll) hava eisini ein annan lista: Topp 10-listan, sum fevnir um tíggju tey hægstu fjøllini í landinum. Sjey teirra eru at finna í Norðoyggjum. 

Klaksvík

Næststørsti býurin í landinum hevur sína heilt serligu sjarmu. Upprunaliga var Klaksvík ikki ein bygd, sum seinni vaks til bý. Nei, her vóru upprunaliga fýra bóndagarðar: Vágur, Myrkjanoyri, Gerðar og Uppsalir, og ikki fyrr enn í 1938 løgdu tey saman til bý.

Klaksvík er ‘basin’ hjá tykkum, tá ið tit rannsaka Norðoyggjar. Hiðani er ferja út í Kalsoynna og tunnilin Norður um Fjall til hinar oyggjarnar. 

Í Klaksvík fáa tit fatur í øllum, sum tykkum tørvar. Komin oman frá einum fjallatúri, hvussu við ein túri í sauna í svimjihøllini? Eru tit svong, so eru nógvar matstovur í at velja. Og hava tit gloymt okkurt eftir við hús, so fæst tað mesta til keyps her í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.

Tað, sum skilur Norðoyggjar frá hinum oyggjunum, er fyrst og fremst hæddarmunurin. Fáið ikki hald í nakkan, tí allar oyggjarnar rísa úr sjónum upp í ørandi hæddir. Enniberg norðan fyri Viðareiði er ikki bert størsta bergið í Føroyum, tað sigst vera eitt tað størsta í øllum heiminum. 

Og eingin oyggj er so greflig sum Kunoy. Hon er næstan øll sum hon er oman fyri 800 metrar høg. Har fara tit bert við ferðaleiðara ella einum lokalum kunoyingi. 

Kallurin í Kalsoy má heldur ikki gloymast. Útsýnið á vitan og Nestindar er so hugtakandi, at telefonin flýgur úr lummanum at taka myndir, uttan at mann gevur sær far um tað. 

SIG SO TAÐ

Í gamlari føroyskari fólkatrúgv vóru flotoyggjar at síggja kring Føroyar. Summar av Norðoyggjunum sigast einaferð at hava verið flotoyggjar. Í 1673 vitjaði danski presturin Lucas Debes í Føroyum, og skrivaði hann soleiðis: 

“Fleiri íbúgvar hava boðað frá, at ein flotoyggj ofta hevur verið at síggja norðan fyri landið. Hetta er ikki bara frásagnir, ið eru bornar víðari frá forfedrunum, men eisini fólk nú á døgum siga fyri satt, at tey hava sæð hana í nakrar tímar. Tey siga seg hava sæð fjøll og dalar á henni, áir ið streyma í dølunum, og at tey týðuliga sóu, at hon var grøn í neðra og í dølunum.” (Týtt úr donskum: Anker Eli Petersen)

Sigl, oyggj, fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip

– Chr. Matras (Viðoy, 1926)

Ein øðrvísi súkklitúrur 

Kalsoyggin hevur eyknevnið blokkfloytan, og tað er ikki ringt at gita hví. Leiðin frá Trøllanesi til Syðradals sær soleiðis út: Trøllanes–tunnil–Djúpidalur–tunnil–Mikladalur–tunnil–Ritudalur–tunnil–Hattardalur–tunnil–Húsar–Syðradalur. Hetta ger tað serliga áhugavert at súkkla í Kalsoynni. 

 

  1. Mangla tit súkklu? Tað eru ráð fyri tí! Tit kunnu leiga súkklur í Kalsoy, nett og júst sum ferjan leggur at. 
  2. Minnist til endurskin (Trøllanes–tunnil–Djúpidalur–tunnil … noyðast vit at endurtaka?)
  3. Ein súkklulykt er eisini neyðug – og ein góð pannulykt kemur helst eisini væl við.
  4. Tað eru bert bilførarar, sum noyðast at bíleggja billett til ferjuna frammanundan, so um tit fara til Kalsoyar við súkklu … ja, ella, tit súkkla ikki til Kalsoyar – tó at tað helst bert er ein spurningur um tíð, nær ið tey eisini fáa undirsjóvartunnil, so væl teimum dámar tunlar. – Ná, hvar vóru vit? Jú, um tit fara til Kalsoyar við súkklu, so er ikki neyðugt at bíleggja billett frammanundan. Tit kunnu tó líka spyrja starvsfólkið, hvar ið tit skulu seta súkkluna frá tykkum, tá ið tit eru komin umborð.
  5. Tá ið tit leggja at á Syðradali, so kunnu tit bíða, til allir bilarnir eru komnir í land, tí so hava tit vegin fyri tykkum sjálv. 

Einki er sum tey longu summarkvøldini í Norðoyggjum. Fjallaskuggarnir eru so langir, at oyggjarnar nerta við hvørja aðra. 

Svínoy og Fugloy

Ein tann besti heildagstúrurin í Norðoyggjum er hesin: Farið við bussinum til Hvannasunds, stígið umborð á bátin, sum siglir út í Svínoy. Í Svínoy eru nógvir sjáldsamir fuglar at síggja. Eisini er ein sjáldsamur minnisvarði eftir Edward Fuglø. Tit kunnu eisini sigla víðari til Fugloyar. Her er mann ikki hvønn dag. Spákið niðan á Eystfellið – eystasta stað í Føroyum – og latið tey gyltu orðini hjá Sjúrði við Gellingará koma til tykkara: Frítt er Eystfellið frá at fara. Fáið tykkum matpakka og njótið útsýnið eystur í hav og út í tómleikan. At skoða havsbrúnna soleiðis er sum at nullstilla seg sjálva/n. Tá ið tit koma oman í Hattarvík, nú kemur okkurt flúgvandi. Hvat er hatta? Ein fuglur? Superman? Nei, hatta er tyrlan. Hon flýgur til Klaksvíkar og harnæst suður til Havnar og so vestur í Vágar. 

Kort

Kort yvir Norðoyggjar

TAK NIÐUR
Dagtúrur til Kallin

TAK NIÐUR