Økis-guide 

SANDOY, SKÚVOY OG STÓRA DÍMUN

Hóast tað nú er koyrandi úr Streymoynni til Sandoyar, er tað enn eyðsýnt, at bæði havið og øldirnar skilja oyggjarnar sundur. 

Sandurin á Sandi í Sandoy (hví komplisera tingini?) man vera ein tann vakrasta sandstrondin í Føroyum. Sandurin er hvítur, og her eru mølheyggjar, sum – fyri øll onnur enn heimasandsfólk – leiðir tankarnar til heitu strendurnar í Danmark. 

Tá ið tit koma úr tunnilsmunnanum síggja tit seyð og neyt á beiti, har eru traktorar á bønum og útróðrarbátar á firðinum. Sandoyingar hava livað í frið og náðum líka til nú, men ivaleyst fer tunnilin at hava sína ávirkan á tey fimtanhundrað fólkini, sum búgva í oynni. 

Teir heilt garvaðu fjallaklintrararnir leggja ikki nógv í Sandoynna. Fjøllini eru einki hættislig, men mjá og mjúk – “sum ein kvinnukroppur”, kundi okkurt skald funnið uppá at yrkt. Hetta merkir samstundis, at Sandoyggin hóskar seg serstakliga væl til tey óroyndu fjallafólkini og til barnafamiljur. At kalla allastaðni er gott at ganga. Vestursíðan er tó steyrrøtt, øll sum hon er.

Og um fjallaklintrarar tiga, tá ið tú sigur Sandoy, so fær pípan annað ljóð, tá ið mann tosar við sílaveiðufólk. Sandsvatn og Gróthúsvatn eru favorittar hjá mongum teirra. 

VISTU TIT?

Í Sandoy er eingin rotta. Tí er eisini ríkt fuglalív – eitt nú eru helsareyði og hegri at síggja kring vøtnini. Onkur einstøk rotta er tó sædd, síðan tunnilin lat upp.

Hóast undirsjóvartunnilin er komin, er tað eingin, sum sigur, at tit noyðast at skunda tykkum heim. Hví ikki gista nakrar dagar í Sandoy? Mølin í Skálavík er hugnaligt gistingarhús. Fara tit annars niðan á Skálhøvda í Skálavík, so síggja tit for norður í Skálafjørð. Okkurt drekkandi við kanska? Skál! 

Nú mundu vit gloymt Søltuvík. Ævintýrkenda víkin – og hóast at eingin býr har, so er góður asfalteraður vegur. Í 1895 kom skipið Principia rekandi á land. Eldur var í skipinum, og øll manningin hevði latið lív – uttan ein, sum rak á eini lastalúku og seinni varð bjargaður í Kirkjubø. Vrakið liggur enn á havsins botni 300 metrar út fyri Søltuvík, men akkerið liggur við síðuna av minnisvarðinum. Annars er eisini nógvur kópur at síggja í Søltuvík.

Skúvoy

Farið við ferjuni av Sandi til Skúvoyar. Henda oyggj er serliga tiltalandi hjá teimum, sum trívast best í sínum egna selskapi, tí er tað eitt orð, sum lýsir Skúvoynna, so er tað friðsæla. 

Her er annars nógv at síggja hjá fuglakennarum. Skúvoy eitur sjálvandi eftir skúgvinum, stóra ránsfuglinum. Norðari endin á oynni, Høvdin, er sum ein annar Mykineshólmur, tí her er lundi í túsundatali. Tað kann verða trupult at ganga út á Høvdan, men tað er eisini líka gott at seta seg í brekkuna í Fagradali og skoða Høvdan. Tað er sum við Eiffeltorninum – tað er penari at síggja tað burturífrá enn at standa undir tí. Á sumri er grasið á Høvdanum so grønt, at tit trúgva tí ikki.

Kendasta søgan úr Skúvoy er søgan um Sigmund Brestisson, sum kristnaði Føroyar. Tróndur í Gøtu leyp á Sigmund á nátt í Skúvoy í árinum 1005, og Sigmundur gjørdi ikki mætari, enn at hann tók til rýmingar og svam úr Skúvoy til Suðuroyar. Komin á land í Sandvík, varð hann tó feldur og dripin. Gravsteinur hansara er enn at síggja í Skúvoy. 

Eingin matstova er í Skúvoy, so tit mugu smyrja matpakkar. Annars fortaldi onkur, at heimablídni í Skúvoy skuldi verið so øgiliga gott. 

Stóra Dímun

Vilja tit sleppa vekk frá øllum? So farið við tyrluni út í Stóru Dímun. Oyggin er bert hálvantriðja ferkilometur, og her býr bert ein familja: Hjúnini Eva og Jógvan Jón og børn teirra.

Tað finnast eisini dagtúrar út í Stóru Dímun. Sí nærri her.

Kort

Kort yvir Sandoynna, Skúvoynna og Stóru Dímun

TAK NIÐUR