Líknandi Tilfar
Líknandi Tilfar
Tey flestu, sum fara vestur í Mykines, fara beint út í holmin. Har er eisini gott. Men vilja tit uppliva oynna uttan øll hini ferðafólkini – tey eru nógv í tali – so farið niðan á oynna heldur. Tit kunnu ganga niðan á Knúk, ið er hægsta fjallið í Mykinesi. Vitið, um tit síggja minnisplátuna til minnis um tey átta fólkini, sum lótu lív í 1970, tá ið eitt flogfar datt niður á hesum stað.
Skamt frá Knúki er annars eitt sjáldsamt geologiskt fyribrigdi – Steinskógurin – sum er eins forvitnisligt, sum navnið bendir á.