Økis-guide 

EYSTUROY

Eysturoyggin er næststørsta oyggin, og kappingin millum hana og Streymoynna er líka sjálvsøgd sum kappingin millum tveir brøður. Tað er sum Rolex og Omega. Cola og Pepsi. The Beatles og The Beach Boys. 

Hvat inniber tað at vera næststørst? Jú, tað merkir, at tú áhaldandi vilt prógva teg. Lítlabeiggja-syndromið sæst aftur í øllum, sum eysturoyingar takast við: líka frá vinnulívi til tónleik. 

Hvat hava Tróndur í Gøtu (945–1035) og Magnus Heinason (1545–1589) í felag við tónleikaran Eivør Pálsdóttur og vinnulívsmannin Regin Jacobsen? Tey kunnu øll kalla seg eysturoyingar. Eysturoyingar hava ongantíð sitið hendur í favn. Eitt nú hevur Gøta í mong ár, serliga síðan aldaskiftið, verið Føroya tónleikamiðdepil. Tað eru hesum somu fólkum at takka, at túsundtals fólk á hvørjum sumri flokkast til Syðrugøtu á G! festival. Gøtufólk fáa barasta ikki nokk av tónleiki, tí sjálvt á heysti skipa tey fyri festivalum: HOYMA eru stovukonsertir, ið eru meira inniligar og nærverandi enn festivalkonsertir annars. 

Slættaratindur

Gjógv

Men tað fyrsta, sum ein eysturoyingar reypar um, tað er sjálvandi, at hann eigur Føroya hægsta fjall: Slættaratind (880 m). Og áðrenn mann nær at siga nakað, leggur hann afturat: oysini tað næsthægsta: Gráfelli (856 m).

 

Slættaratindur

Um tit hava verið uppi á Slættaratindi ein góðveðursdag og eru komin oman og ætla tykkum suður aftur, so er eingin biltúrur hugnaligari enn vegurin frá Eiðisskarði oman í Funning. Útsýnið út á Djúpini og yvir á Kalsoynna er – hov! minst til at hyggja at vegnum eisini, tí vegurin fer sneiðandi líka oman í Funning. 

Kundu tit hugsað tykkum ein túr í hagan, so viðmæla vit bygdagøturnar til Hellurnar og til Gjáar

Fara tit til Hellurnar, so ganga tit úr Fuglafirði. Fuglfjarðarfjøll eru øgilig, men gott er at ganga. Túrurin til Gjáar byrjar í Funningi. Eisini ein deiligur túrur – við nógvari søgu. 

ULL ER FØROYA GULL

Kemur tað fyri, at eysturoyingar sita hendur í favn, so hava tey tó okkurt í hondunum – stokkarnar. Støkkið inn og vitjið Navia á Toftum ella Heimavirkni í Runavík og síggið stóra úrvalið av vøkrum troyggjum. Piddasa handil í Fuglafirði hevur eisini eitt gott úrval av troyggjum. 

Kort

Kort yvir Eysturoynna

TAK NIÐUR
Dagtúrur til Tjørnuvíkar

TAK NIÐUR
Eysturoyarkalendarin 2025

TAK NIÐUR