Økis-guide 

TÓRSHAVN

Havnin man óivað enn vera heimsins minsti høvuðsstaður, og enn minni var hon, tá ið vit vóru børn, men líta vit aftur um bak, so er hon kortini fyri okkum sum ein stórbýur, ja, ein veraldarbýur.

– William Heinesen

Flest havnarfólk hugsa kanska ikki um tað í gerandisdegnum. Varnast tað ikki, tá ið tey ota seg gjøgnum morgunferðsluna. Men so eitt brátt og óvæntað sekund loypur tað fram fyri tey, tá ið grønliga ljósið sprettur yvir Nólsoynna, og sjónin letur seg upp av nýggjum: Hetta er ein gandaður býur. 

Grúsgøtur binda grannaløgini saman í eitt hugnaligt netverk, sum fer um allan býin. Spákið ein túr eftir smølum skotum heima í Havn, har hvør seymur er søguligur, og kenslan er tíðarleys. Úr miðbýnum kunnu tit fara ígjøgnum plantasjuna og spáka fram við Tórsvøll niðan ímóti Svartafossi, har dunið syngur sín brúsandi sang. Hiðani er at fylgja ánni í Miðhoydølum, til tit finna eina gøtu inn ímillum trøini í Hoydølum, áðrenn tit enda í Gomlu Hoyvík, har Heljareygað bíðar eftir djørvum kavarum. Kanska ein forvitin kópur dagar undan. Kanska onkur fær hug at dyppa. Ja, hví ikki leypa útí? Tað er púra ókeypis. 
 

VISTU TIT?

  • Havnin er tann høvuðsstaður, sum hevur fæst sóltímar í øllum heiminum. Bert 840 tímar við sól um árið. 
  • Fyrst í 1970'unum vóru ætlanir um at taka nógvar bygningar niður á Reyni. Henda ætlan varð tíbetur steðgað í 1972. Annars hevði verðið nakað sum í Reykjavík, har ið stórur partur av gamla býnum varð rivin niður millum 1960'ini og 1980'ini. 
  • Fyrstu trøini í Viðarlundini vórðu sett niður í 1904. 
  • Fyrr lá ein kirkjugarður úti á Reyni ytst móti Tinganesi, áðrenn gamli kirkjugarður varð tikin í nýtslu í 1782. 
  • Landssjúkrahúsið varð bygt í 1923 og æt tá Dronning Alexandrines Hospital.

Fólk streymar úr øllum herðashornum at uppliva tað, sum Havnin hevur at bjóða. Ikki minst matstovurnar – sum nú eru farnar at fáa Michelin-stjørnur.

“Havnin er ein lítil bygd”, sang Teitur Lassen á sinni. Men hon er eisini ein rættur høvuðsstaður, sum hevur alt. Tað er í grundini ótrúligt, at eitt so lítið stað kann vera so fjølbroytt. Her er søga, mentan og list, sum kann mátast við einhvønn stórbý. Bert eftir fáum tímum kunnu tit gera tað, sum tekur eina viku í London ella Rom. Tit kunnu spáka ein túr fram við heimsins elsta ting. Hoyra eina konsert á altjóða støði. Síggja listaverk í heimsflokki. Alt innan fyri eitt hanagleiv. Alt meðan tit hitta gamlar vinir á gøtuni og fáa nýggjar á vegnum. 

Stillið bilin og takið bussin. Tað er ókeypis. Her síggjast bussleiðir um alla kommununa.

Kort

Býarkortið

TAK NIÐUR
Úti á Reyni

TaK NIÐUR