Viðareiði-Múli
Ein vakur og friðarligur túrur av Viðareiði til Múla
Lýsing av túrinum
Túrurin byrjar við Hotel Norð á Viðareiði – sum annars er norðasta bygdin í Føroyum. Tit súkkla gjøgnum bygdina oman til gamla bygdavegin til Hvannasunds. Nú koyra allir bilarnir gjøgnum nýggja tunnilin, sum merkir, at tit hava gamlaveg púra fyri tykkum sjálv. Hetta er heilt vist ein friðsælur súkklutúrur.
Meðan tit súkkla fram við sjóvarmálan, síggja tit yvir á Borðoynna og veldigu fjøllini. Múlalandið síggja tit eisini.
Tá ið tit koma til Hvannasunds, súkkla tit yvir um byrgingina, og tá byrjar ferðin norðeftir afturni.
Havið í huga, at nú er grúsvegur, tí vegurin til Múla er ikki asfalteraður.
Bygdin varð avtoftað í 2002, sum merkir, at Múli hevur ein serligan dám yvir seg. Bygdin fekk eitt sindur av umrøðu, tá ið sendirøðin TROM varð tikin upp her á staðnum.
Íblástur / aðrar leiðir
Tit kunnu eisini fara á ævintýraferð í Hvannasundi. Tit kunnu súkkla oman á kaiina, ella tit kunnu súkkla suður til Depils ein túr.
Bátar sigla eisini til Fugloyar og Svínoyar úr Hvannasundi, og har ber gaman í eisini til at súkkla.
Hæddarlýsing
Túrurin er so at siga eftir sløttum allan vegin.
Er túrurin barnavinarligur?
Hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár, um vaksin eru við.
Hvussu er at súkkla?
Asfalteraður vegur til Hvannasunds, harnæst grúsvegur til Múla.
Góð ráð
Tað er ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt.