Oyggjarvegur-Skælingur
Drúgvur, men frálíkur túrur eftir oyggj til Skælings
Lýsing av túrinum
Súkklað verður úr Havnini niðan á Oyggjarvegin. Hetta var gamli vegurin til Havnar, áðrenn Kaldbakstunnilin lat upp í 1992. At súkkla “eftir oyggj”, sum havnarfólk siga, er stórbært. Eingin bygd í nánd, bara ein langur vegur, sum sneiðir og snarar, sneiðir og snarar.
Leiðin heldur fram til Norðradalsskarð. Har liggur Koltur: klár at verða avmyndað. Koma tit niðan á Mannaskarð í Mjørkadali, nú kemur Skælingsfjall undan sýn. Havnarfólk hildu leingi, at Skælingsfjall var hitt størsta fjallið í Føroyum – líka til tól, ið kundu máta hæddir, vístu, at fyrsta plássið átti Slættaratindur í Eysturoynni. Skælingsfjall datt for niður á eitt 19. pláss. Men farið nú ikki skeiv. Skælingsfjall er hóast alt 767 metrar høgt, og orsøkin, at fólk hava hildið tað verið hitt størsta, er, at tað sær so grefligt út millum hini fjøllini – ein einsamallur risi í Hundsarabotni.
Nú kunnu beinini hvíla eina løtu, tí nú er undanbrekka for oman í Kollfjarðardal. Tit kunnu súkkla gjøgnum Leynatunnilin – ella rundan um tunnilin fram við Leynavatn – og haðani oman í Leynar. Úr Leynum til Skælings er ein smalur vegur, men gott er at súkkla, tó at tað er steyrrætt øðrumeðna. Túrurin endar í skælingsbygd, ið mann vera ein hin friðarligasta bygdin í Føroyum. Nú kunnu tit anda inn, strekkja beinini og lata friðin falla yvir tykkum.
Hæddarlýsing
Meginparturin av túrinum er uppi í hæddunum. Tað er tungt at súkkla niðan á Oyggjarvegin, men tá ið tit koma niðaná, eru tit heit, og nú gott at súkkla. Hægsta punktið á túrinum er Mannaskarð, sum er beint oman fyri 400 m.
Er túrurin barnavinarligur?
Túrurin hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár – um vaksin eru við.
Hvussu er at súkkla?
Góður, asfalteraður vegur allan túrin.
Góð ráð
Súkkla tit gjøgnum Leynatunnilin, so minnist til súkklulykt, endurskin og at lata tykkum í bjørt klæðir. Tað er heldur ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt.