Sandur-Søltuvík
Ein friðarligur túrur av Sandi til Søltuvíkar
Lýsing av túrinum
Túrurin byrjar uttan fyri meginskúlan í Sandoy. Koma tit suður við bussi (tað er ikki loyvt at súkkla gjøgnum Sandoyartunnilin), so er hetta eitt gott stað at byrja túrin, tí her steðgar bussurin. Fyrsti teinurin er fram við Sandsvatni, størsta vatninum í oynni, og síðan gjøgnum Sandsbygd. Tá ið tit koma til Gróthúsvatn, eru tit í óbygdum. Bert fuglur og seyður líka til tit koma til Søltuvíkar. Tað er sjáldsamt at súkkla fram við Gróthúsvatni – kyrra vatnið øðrumegin og sjóðið av briminum hinumegin.
Her við Gróthúsvatn – skamt frá gandakenda Gívrinarholi, har ið ein gívur sigst at hava búð – er ein serligur steinur. Mosi grør ikki á steininum – ikki tí at hann trøllabundin, men tí at sandskonur hava bundið upp á steinin (ið er 18 metrar til ummáls).
Víðari til Søltuvíkar. Tá ið tit súkkla vestur um skorina, nú breiðir fløtan seg út heilt yvir í ‘Afrika’. – Afrika? Ja, eingin skal siga, at sandoyingar ikki duga at finna upp á staðarnøvn. Eitt annað forvitnisligt staðarnavn í Sandoy er Prinsatúgva, ið hevur eina stuttliga søgu: Fríðrikur 7. (1808–1863) var á Føroyaferð á vitjan í Sandoy. Teir ganga í fjøllunum, og nú noyðist prinsur at loysa sær buksurnar, og menn verða bidnir um at snara sær á. Onkur sandoyingur hevur tó sæð, hvar ið prinsurin setti seg at húka, tí túgvan hevur itið Prinsatúgva líka síðan.
Annars er slætt og gott at súkkla restina av teininum til Søltuvíkar. Søltuvík er gott rekapláss, og nógvur rekaviður at síggja.
Bindisteinurin
Bílegg ævintýrferð og fá alla søguna við
Sandoy
Mølheyggjarnir
Einastu mølheyggjar í landinum
Sandoy
Kioskin á bakarínum
Kioskin á Bakarínum heldur til í hølunum hjá Anfinn Bakarinum á Heimasandsvegi 33 á Sandi
Sandoy
Sandoy Kayakk
Leiga eina kayak og uppliv Sandoynna av Sandsvatnið
Sandoy
Íblástur / aðrar leiðir
Sandsbygd er í grundini nokk so stór, og her er eisini ymiskt forvitnisligt at síggja. Grønmeti veksur væl á Sandi, og onkuntíð eru lítlir básar at síggja við gularøtum og øðrum til sølu. Lystimeti til túrin kanska? Tit kunnu eisini súkkla oman á sandin og spáka ein túr, ella tit súkkla yvir til Spruttholið og hoyra suðið frá Atlantshavinum froysa upp ígjøgnum.
Hæddarlýsing
Túrurin er fyri tað mesta eftir sløttum. Frá Gróthúsvatni niðan til Gívrinarhol er ein lítil mótbrekka (frá 90 m niðan á 120 m), og undanbrekka er sjálvandi oman í Søltuvík.
Er túrurin barnavinarligur?
Hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár, um vaksin eru við.
Hvussu er at súkkla?
Góður, asfalteraður vegur allan túrin.
Góð ráð
E-súkklur gera túrin lættari, serliga hjá nýbyrjarum. Tit kunnu leiða e-súkklur í Sandoy. Tað er annars ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt.