Oyrarbakki-Saksun

Á súkklu gjøgnum Saksunardal

Hesin vakri túrur er 14 km til longdar. Saksunardalur er sjáldsama hugtakandi, og vegurin og áin fylgjast líka til Saksunar. Komin fram kunnu tit vitja Dúvugarðar, og sjálvandi er ein gongutúrur oman á sandin eitt ‘mást’. Hóast Saksun og saksuningar liva í tí sama harrans árið sum øll onnur, so tykjast bygdin og lívshátturin sum ein lítil gluggi aftur í tíð í føroyska bóndasamfelagið. 

Um túrin

Torleikastøði: Hetta er ein túrur fyri tey, sum hava eitt sindur av royndum (torleikastøði 3)

Mesta hall: 10.5 %

Teinur: 14 km

Tíð: 1 tímar

Hægsta hæddarpunkt: 216  m

Hæddarøking: 134 m

Lýsing av túrinum

Túrurin byrjar við Magn á Oyrarbakka. Tit súkkla eftir landsvegnum til Streymnesar, og haðani eftir hugnaliga vegnum norður gjøgnum Saksunardal. 

Saksun er gomul bygd, og í dag er hon tiltikin fyri sín vakurleika. Søguligi bóndagarðurin Dúvugarðar er enn virkin. Gomlu sethúsini eru vorðin søvn og geva okkum innlit í bóndalívið í Saksun í gomlum døgum. 
Hægsta fjallið í Streymoy, Kopsenni (789 m), er vestan fyri bygdina. 
Tá ið sjógvurin tekur at fløða, kunnu smábátar sigla inn í lítlu víkina í Saksun. 

Ikki føroyingum at siga ferðast fólk í hópatali til Saksunar á sumri. Men tað eru ikki bert fyri at taka myndir. Mangir sílafiskarar eru eisini at síggja kring um Saksunarvatn. 

Íblástur / aðrar leiðir

Tit kunnu eisini súkkla til hvalastøðina við Áir. Norðmenn bygdu hvalastøðina í 1905, og var virksemi her líka til 1984. Bygningar og útgerð eru enn í heilum líki, og í dag er hvalastøðin vorðin savn. 

Hæddarlýsing

Av Oyrarbakka til Saksunar er lítið og einki hall.

Er túrurin barnavinarligur?

Hóskar seg til børn, um vaksin eru við. 

Hvussu er at súkkla?

Góður, asfalteraður vegur allan túrin.

Góð ráð

Tað er ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt. 

GPX-RUTA
Oyrarbakki-Saksun
TAK NIÐUR
GPX-RUTA
Hvalvík-Hvalastøðin við Áir
TAK NIÐUR