Tórshavn-Kirkjubøur-Tórshavn
Ein lættur og vakur túrur til Kirkjubøar
Lýsing av túrinum
Túrurin byrjar í Steinatúni. Haðani súkkla tit úr miðbýnum, fram við gamla kirkjugarð, landssjúkrahúsið og Sandágerði. Komin úr býnum og tungu ferðsluni, nú súkkla tit fram við Norðasta Horn – hægstu búseting í Føroyum, 150 metrar yvir sjóvarmálanum. Og har sum Norðasta Horn endar, har byrjar náttúran.
Velbastaðhálsur boðar frá, at nú byrjar næsti partur á leiðini móti Kirkjubø. Nú eru tit 190 metrar yvir sjóvarmálanum. Her býr eingin – ella tað vil siga: her býr einki fólk. Og har ið fólk ikki býr, har búleikast fuglur. Og júst her er nógvur fuglur – tí her eru vøtn. Útsýnið er øgiligt, nú oyggjarnar koma undan: Vágar, Koltur, Hestur og Sandoy.
Sæð frá Velbastað er Koltur ein hin snotiligasta oyggin, har ið hon strekkir seg út sum ein onnur chaiselong. Tað varð sagt um velbastaðfólk, at tá ið tey róðu til Vágar, og tey komu á Vágsfjørð og sóu baksíðuna á Koltri, at nú máttu tey skjótt venda við, tí nú var væna Koltur ikki at kenna aftur: ein stubbi upp úr sjónum.
Tá ið tit nærkast Kirkjubø, nú slitnar millum Hest og Sandoy, og Kirkjubøhólmur kemur undan. Krympa tit eyguni saman, hóma tit kanska húsatoftir úr fornari tíð.
Komin til Kirkjubøar kunnu tit seta súkkluna við bussskýlið og spáka tykkum ein túr í einum av Føroya elstu bygdum. Í París hava tey Notre Dame, men í Kirkjubø hava tey Kirkjubømúrin. Báðir katedralarnir vórðu bygdir í 1300-talinum. Eisini er forvitnisligt at vitja Ólavskirkju, ið er uppaftur eldri. Hon er frá 1200-talinum og er Føroya elsta kirkja.
Íblástur / aðrar leiðir
Um veðrið er gott, kunnu tit súkkla til Syðradals. Teinurin av Velbastað til Syðradals er 7.3 km, men tað er ein lættur túrur.
Hæddarlýsing
Tit súkkla úr høvuðsstaðnum so líðandi upp í 250 m hædd, t.e. niðan á Velbastaðháls, og tá er undanbrekka fyri rest.
Er túrurin barnavinarligur?
Túrurin hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár – um vaksin eru við.
Hvussu er vegurin?
Góður, asfalteraður vegur allan túrin.
Góð ráð
Tað er ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt.