Miðvágur-Gásadalur
Ein langur, men vakur túrur fram við bygdir, vøtn og fjøll
Lýsing av túrinum
Túrurin byrjar í Miðvági, sum er størsta bygdin í Vágum, hóast at hon bert er eitt lítið vet størri enn hinar báðar vágirnar: Sandavágur og Sørvágur. Í Miðvági er politistøð, apotek og handlar. Oman fyri bygdina er Kálvalíð, sum er eitt hitt elsta húsið í landinum. Í dag er tað savn. Tað var eisini her í Miðvági, at Illa Beinta búði, sum var hon, sum gav Jørgeni-Frantz Jacobsen íblástur til at skriva skaldsøguna um Føroya kendastu femme-fatale: Barbaru.
Úr Miðvági súkkla tit til Leitisvatn, og súkkla tit eitt sindur longri, og tit nærkast flogvøllinum, nú eitur vatnið knappliga Sørvágsvatn. Men navnið spillir ongan, tí størsta vatnið í landinum er tað undir øllum umstøðum. Hinumegin vatnið er Bøsdalafossur, men hann síggja tit einki til á súkklu. Tað verður ein annan dag.
Úr Vatnsoyrum – einasta bygdin í landinum, har ið ikki sæst út á hav úr køksvindeyganum – súkkla tit so líðandi niðan ímóti flogvøllinum og haðani oman til Sørvágs út eftir firðinum til Bíggjar. Njótið ljósið og litirnar, sum spæla sær á firðinum uttan fyri Bø, tí næsti teinur á leiðini er í bølamyrkri. Gásadalstunnilin lat upp í 2003 og er ein smalur (3.5 m breiður), men langur tunnil (1.5 km). Mesta hall í tunlinum er 6 %. Tað besta við tunlinum er at koma út úr honum. Hvørt traðk á pedalin er sum at súkkla inn í eitt poskort. Dalurin letur seg upp í smáum: Múlafossur til vinstru, bygdin mitt fyri, síðan dalurin sjálvur og til høgru Árnafjall (722 m), sum er hægsti tindur í Vágum.
Íblástur / aðrar leiðir
Tá ið tit koma til Bø hava tit uppiborið ein steðg. Hvørja ferð mann er í Bø, verður mann blástur um koll av ótrúliga útsýninum yvir Tindhólm og Drangarnar.
Hæddarlýsing
Túrurin hækkar líðandi upp í 250 metra hædd, og síðan er undanbrekka oman í Sørvág. Út eftir firðinum er slætt, men tá ið tit koma til Bíggjar og til Gásadalstunnilin er mótbrekka. Oman í Gásadal er undanbrekka.
Er túrurin barnavinarligur?
Hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár, um vaksin er við.
Hvussu er at súkkla?
Góður, asfalteraður vegur allan túrin.
Góð ráð
Tað er ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt.