Elduvík-Oyndarfjørður

Ein longri súkklutúrur í frið og náðum

Tað er lítil og eingin ferðsla í Elduvík, Funningsfirði og Oyndarfirði, so her kunnu tit njóta friðin og fara niður í gir. Apropos gir, so súkkla tit leingi eftir sløttum fram við sjóvarmálan í Funningsfirði, men nakað av mótbrekku er niðan á Heltnina í Oyndarfirði. Útsýnið er bergtakandi í allar ættir, men túrurin er eisini langur, so tit hava góða tíð at steðga á (og taka myndir).

Um túrin

Torleikastøði: Hetta er ein túrur fyri tey royndu (torleikastøði 4)

Mesta hall: 10 %

Teinur: 23.6 km

Tíð: 2 tímar

Hægsta hæddarpunkt: 323 m

Hæddarøking: 678 m
 

Lýsing av túrinum

Túrurin byrjar í Elduvík. Haðani súkkla tit suður um eitt lítið nes, og tá er gott at súkkla – túrurin er eftir sløttum allan vegin til Funningsbotn. Tá ið tit koma til bygdina, súkkla tit víðari niðan millum Fjarða. Her er landsvegur, men ferðslan er ikki hin sama, síðan Eysturoyartunnilin lat upp. Tit súkkla suðureftir, til tit síggja skeltið, sum Niels Midjord sáli sang um á sinni: Oyndarfjørður Hellur, sig mær, passar tað

Nú byrjar mótbrekkan so líðandi. Tað eru fýra km niðan á Heltnina, og hallið er 8 %. Tá ið tit koma niðaná, er gott útsýnið í allar ættir. Tit síggja yvir á Kalsoynna, sum í kvøldarsólini, tá ið sólin sær í allar gjáirnar, minnir um ein stríputan tikara. Síðsti teinurin hevur einki upp á seg – vegurin fer sneiðandi oman í dalin og síðan í tvíningar til bygdirnar báðar. 

Íblástur / aðrar leiðir

Minnist til at steðga á, tá ið tit súkkla fram við Rinkusteinarnar. Vitið, um tit hoyra teir ridla aftur og fram – soleiðis sum teir hava gjørt alt tað, ið oyndfirðingar vita um. 

Hæddarlýsing

Túrurin hevur ikki nógv upp á seg, tó at hann er rættiliga langur. Ikki fyrr enn tit snara av landsvegnum og súkkla til Oyndarfjarðar, er mótbrekka. Tá koma tit upp í einar 300 m hædd. 

Er túrurin barnavinarligur?

Hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár, um vaksin eru við. 

Hvussu er at súkkla?

Góður, asfalteraður vegur allan túrin.

Góð ráð

Tað er ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt. 

GPX-RUTA
Elduvík-Oyndarfjørður
TAK NIÐUR