Syðradalur-Trøllanes
Ein friðarligur og náttúruvakur súkklutúrur í Kalsoynni gjøgnum bygdir og tunlar.
Lýsing av túrinum
Tit sigla til Syðradals úr Klaksvík. Her byrjar túrurin í ein beinan norðan (tað ljóðar betri at siga ‘beinan norðan’, hóast rættari vildi verið at sagt ‘útnyrðing norðan’). Vegurin er góður, og nógv er at síggja: fýra bygdir og fimm tunlar. Hvør dalur breiðir seg út sum eitt klemm, so hvørt tit koma út úr tunlunum.
Neyðug tunnilsútgerð
Tá ið mann súkklar Kalsoynna úr enda í annan, kemst ikki uttan um tunlarnar. Tí mugu tit búgva tykkum til við neyðugu útgerðini: súkkluklokku, hvítum endurskini framman, gulum endurskini á pedalar og hjól og reyðum endurskini aftan. Og – sum ein annar kolanámsmaður – so kemur ein pannulykt væl við í tunlinum.
Tá ið tit koma til Mikladals, kunnu tit steðga á og strekkja beinini. Her er eisini ein lítil kaffistova – Eðge – ytst úti á tromini. Aftan á drekkamunnin, kunnu tit spáka oman og heilsa upp á Kópakonuna – standmyndina, sum (eins og frælsisgudinnan í New York) er vorðin staðarmerki í Kalsoy.
Aftur á saðilin. Nú er bert ein tunnil eftir, og í Kalsoy goyma tey tað besta til síðst: Trøllanes. Her eru eingi trøll: bert fitt fólk, sum selja lokalar rávørur í kioskini niðri í bygdini. Souvenirs frá Trøllanesi fevna um ikki um køliskápsmagnet, men um kjøtpylsur, rabarbusúltutoy, turt kjøt og bróstsukur.
Húsa kirkja
Á høvðusspírinum stendur árstalið 1919, tí at tað var árið, teir høvdu ætlað, at kirkjan fór at standa liðug
Norðoyggjar
Café Eðge
Kaffistova á eggini í Mikladali
Norðoyggjar
Kópakonan
Standmyndin av kópakonuni er grundað á ta vøkru, ógvusligu og hugtakandi søgnina um kópakonuna
Norðoyggjar
Kioskin við heimsins enda
Kioskin á Trøllanesi
Norðoyggjar
Íblástur / aðrar leiðir
Á Trøllanesi kunnu tit eisini seta súkkluna frá tykkum og fara til gongu niðan at síggja gravsteinin hjá James Bond og síðan út til vitan á Kallinum. Minnist til myndatólið!
Hæddarlýsing
Túrurin hækkar so líðandi upp í 250 metra hædd. Siðan er undanbrekka í ein fittan tein. Tá ið tit súkkla oman í Mikladal og Trøllanes er sjálvsagt undanbrekka oman í bygdina og mótbrekka úr bygdini.
Er túrurin barnavinarligur?
Hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár, um vaksin eru við.
Hvussu er at súkkla?
Góður, asfalteraður vegur allan túrin.
Góð ráð
E-súkklur gera túrin lættari, serliga hjá nýbyrjarum. Tit kunnu leiða e-súkklur á Syðradali. Tað er annars ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt.