Eiði-Funningsfjørður

Ein súkklutúrur upp í hæddirnar

Á hesum túrinum uppliva tit eitt sindur av hvørjum. Tit súkkla av Eiði til Eiðisskarð – tá eru tit við fótin á Slættaratindi – og haðani súkkla tit eftir snyrilskapaða vegnum oman í Funning og víðari inn eftir firðinum til Funningsfjarðar.

Um túrin
 

Torleikastøði: Hetta er ein túrur fyri tey royndu (torleikastøði 4)

Mesta hall: 10 %

Teinur: 19.94 km

Tíð: 2 tímar

Hægsta hæddarpunkt: 478  m

Hæddarøking: 478 m

Lýsing av túrinum

Túrurin byrjar við kirkjuna á Eiði. Andið inn, tí nú byrjar langa mótbrekkan niðan á Eiðisskarð. Men nógv er at síggja á leiðini: Risin og Kellingin koma undan, tá ið tit koma niðan á Djúpadal. 

Her kunnu tit steðga á eina løtu (tað hava hava tit uppiborið) og njóta stórbæru náttúruna. Øðrumeðna síggja tit vakra Eiðisvatn, og hinumegin veldiga Slættaratind, sum toyggir seg upp í 882 metra hædd. 

Tá ið tit eru komin niðan á Eiðisskarð, er alt tað tunga yvirstaðið – nú byrjar túrurin oman í Funning. Hvussu gomul bygdin er, veit eingin ikki við vissu, men í Føroyingasøgu stendur at lesa, at Grímur Kamban – fyrsti víkingur at seta búgv í Føroyum – legði at í Funningi, og roknað verður við, at hetta var í ár 825. 

Íblástur / aðrar leiðir

Um tit ikki kenna møði í lørunum (kudos!), og um veðrið er til vildar, kunnu tit seta súkkluna frá tykkum eina løtu og ganga niðan á Slættaratind. Er klárt í veðrinum, síggja tit allar Føroyar. 

Millum ferðafólk er Hvíthamar vorðið væl umtókt stað at taka myndir. Tá súkkla tit niðan á Gjáarskarð. Haðani síggja tit suður ígjøgnum fjørðin og fáa tí eisini hóming av, hvat er eftir at súkkla. 

Hæddarlýsing

Tit súkkla so líðandi upp í hæddirnar, og tá ið tit hava súkklað 7 km eru tit uppi á 450 m hædd. Harnæst súkkla tit oman í Funning, og restin av túrinum er so fram við sjóvarmálan. 

Er túrurin barnavinarligur?

Hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár, um vaksin eru við. 

Hvussu er at súkkla?

Góður, asfalteraður vegur allan túrin.

Viðmæltar súkklur

Vegsúkklur, fjallasúkklur og e-súkklur.

Góð ráð

Tað er ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt. 

GPX-RUTA
Eiði-Funningsfjørður
TAK NIÐUR