Tilfar

2 toskafløk  (150-200 gr. hvørt flakið)

200 gr. av góðum fleski (ella skinku) 

2 stórar nevar við ertrum (um tú ikki fært hendur á frískum ertrum, er fínt við frystum)

6-8 smáar gularøtur

2 skalotttuleykir

Ein nevi við kili, smáttskornum

50 gr. smør

Eitt glas av hvítvíni

1 dl høsnasoð

Nøkur mintbløð

Salt

Til 2 fólk

 

Høvundur : Gutti Winther

 

Tíð: 45 min

 

Tá ið ein føroyingur hugsar um, hvussu fiskur smakkar, hugsar hann helst um, hvussu toskur smakkar. Atlantstoskurin hevur leingi verið ein týdningarmikil táttur hjá føroyingum – bæði í búskapinum og í køkinum. Ein feskan toskabita er eitt tað smakkbesta úr sjónum, ið tú kanst borðreiða við. 

Tann fløgurunni fiskurin í toski hevur ein eitt sindur søtan og fínligan smakk og skínur næstan á borðiskinum. Smakkurin er so mildur, at toskur hóskar væl saman við øðrum smakkum. Loyptur toskur við ertrum upp á franskan máta er ein lættur rættur at gera. Ein leskilig vár- og summarmáltíð, sum dregur fram tann frískliga smakkin í toski, fullfíggjað við teimum søtu ertrunum og skalottuleyki, broysknari gularót og søltum fleskaskorpum.

Vegleiðing

Stroy salt á fløkini og set til viks, meðan tú gert hitt tilfarið  klárt. Um fløkini hava skræðu, lata hana so vera, tí hon gevur fiskinum meira smakk, tá ið hann verður kókaður. Sker fleskið í terningar og steik á pannu, til tað er broyskið. Tak tað av pannuni. Pannan skal ikki vaskast, tí at feittið gevur rættinum meira smakk. 

Legg ertrar og gularøtur í kókandi vatn í 15 til 30 sekund og síðani beint í ísvatn. Sker skalottuleykin í trivaligar dálar. Hetta gevur rættinum søtleika og form. 

Bræð smørið á pannuni, men lat tað ikki brúnka, tí vit vilja bara hava tann reina smakkin av smøri fram. 

Stoyt hvítvínið í, áðrenn smørið brúnkar og minka so hitan. Legg fløkini á pannuna við skræðuni uppeftir og lat tey loypast spakuliga í smøri og víni í uml. 6-8 min. Ikki venda teimum, men stoyt vætu oman yvir fløkini, so at tey eisini fáa hita og vætu úr erva. Tá ið toskurin er loyptur, leggur tú hann á eitt fat at “hvíla”. Stoyt eina skeið av smøri og víni útyvir og legg lok á (ella eina holvda skál.) 

Snerk skalottuleykin á pannuni í vætuni, sum er har, einar tveir minuttir, til hann gerst bleytur. Stoyt høsnasoðið í, lat ertrar og gularøtur í og steik tær. Tá ið grønmetið er liðugt, ert tú til reiðar at borðreiða rættin. 

Toga skræðuna av fiskinum. Legg ertrar, gularøtur, leyk omaná og nakað av pannusoðnum. Enda við fleskaskorpum og pynta við mintu og ertnabløðum. Tú kanst eisini hava kókað epli afturvið.

Samstarv millum Visit Faroe Islands, Matkovan og FaroeseSeafood.com.