Mannagongd
Sker leyk, purru og timian smátt og steik í smøri, uttan at tað tekur lit í eini 4 minuttir.
Flys eplini, um tú vilt, og sker tey smátt og lat í grýtuna.
Lat vatn og høsnasoð í og smákóka í uml. 30 minuttir, til alt er moyrt.
Blenda ókrút við oljuni í 8 min., til oljan er vorðin grøn. Síla oljuna og set á køl.
Síla grønmeti og goym kókilakan. Blenda grønmeti við nakað av lakanum, til suppan er mjúk, men ikki ov leingi.
Smakka til við salti, róma og sitrónsaft.
Vaska og turka grøntkáli væl. Ála sundur og vend tunnu bløðini við olju og salti og bakað í ovni á 160 stigum í eini 10 minuttir.
Vaska ókrút væl og turka.
Stoyt suppuna í skálir og lat grøntkálskips, ókrút og grønu oljuna omaná.
Borðreið við ristaðum breyði.
Samstarv millum Visit Faroe Islands, Matkovan og Búnaðargrunnin.