Mannagongd
Hita ovnin til 180 hitastig.
Sker sitrónirnar í dálar, sum eru uml. 4 mm tjúkkar og smyr olju ella smør á eina bakarovnsskuffu og legg fiskin í skuffuna.
Gníggja fiskin innan við smøri, salti og pipari.
Legg sitróndálar og kryddurtir í fiskin og stroy eitt sindur av salti oman á fiskin og legg síðan nakrar sitróndálar omaná og evt. smørpuntar.
Set skuffuna í ovnin í uml. 30 min.
Samstarv millum Visit Faroe Islands, Matkovan og Búnaðargrunnin.