Hvítanýru
Kóka 1 l lættsaltað vatn. Sker hindurnar av hvítanýrunum. Ansa eftir, at kertilin ikki skrædnar. Sker síðan hvítanýruni í 3 dálar eftir longdini og legg tey í tað kókandi vatnið í 1 min. Legg síðan hvítanýruni í eitt ílat við køldum vatni. Legg tey síðan á pappír, so tey ikki eru ov vát, tá ið tú raspar tey. Vend fyrst hvítanýruni í mjøli, síðani í eggini og til síðst í raspið.
So er klárt at steikja. Steik á pannu við nógvari olju, til tey hava fingið eina góða skorpu. Legg hvítanýruni á køkspappír, krydda við salti og pipari og borðreið tey við aioli og pressaðari sitrónsaft.
Aioli
Brúka ein stavblendara at gera aioli við. Brúka blendaraílatið, ið hoyrir til stavblendaran, tá tá fært tú tað besta úrslitið. Eigur tú ikki eitt slíkt, kann eitt høgt ílat brúkast í staðin.
Pilka allan hvítleykin og steik hann í oljuni á miðalhita, til hann er vorðin ljósabrúnur. Lat síðan hvítleykin kølna í oljuni.
Koyr eggið í blendaraglasið saman við oljuni og hvítleykinum, súrrómanum, sitrónsaftini og einum sindri av salti. Blenda, til tað verður tjúkt. Smakka til við salti og pipari og vend hakkaðan kervil í.
amstarv millum Visit Faroe Islands, Matkovan og Búnaðargrunnin.