Tilfar

1 livur

400 g epli

200 g kálrót

50 g rivnan osti

6 leykir

200 g smør

2 dl mjólk

1 tsk. sterkan sinnop

1 tsk. sukur

1 dl sjerri

2 bakkar við karsa

Olju

Rugmjøl

Salt og pipar

Til 3 fólk


Høvundur: Teitur Christensen


Tíð: 50 min

 

Mannagongd

Reinsa livrina og sker hana í 2 cm tjúkkar álir. Bloyt álirnar í vatni, so at blóðið fer úr.

Sker leykin í helvt og síðan í strimlar. Hita ½ dl olju og 50 g smør í pannuni. Brúnka leykin við miðalhita. Stoyt síðan sjerri, sukur og sinnop í leykin og smákóka, til eingin væta er eftir. Smakka til við salti og pipari.

Flys epli og kálrót og sker sundur í lítil petti og kóka hesi, til tey eru moyr. Oys vatnið frá, og lat tað dampa eina løtu, so at vætan fer úr.

Mosa síðan væl og koyr so 100 g (kalt) smør, 2 dl mjólk og rivnan ost í og rør saman. Smakka til við salti og pipari. Smakkar eisini væl við rivnari muskatnøt.

Hita nú 2 spsk. olju og 50 g smør á pannu við høgum hita. Vend livrina í rugmjøl og steik hana við nógvum hita í uml. 30-60 sek. á báðum síðum. Legg livrina á køkspappír og krydda við salti og pipari.

Borðreið livrina oman á eplamorlið við leyki omaná. Pynta við karsi.

 

Samstarv millum Visit Faroe Islands, Matkovan og Búnaðargrunnin.