Tilfar

250-300 gr. (eitt stórt flak/stykki) av saltaðum toski – tú kanst eisini nýta onnur saltfiskasløg (longu, brosmu ella upsa)

8 epli

1 stórur skalottuleykur

2 hvítleyksbátar

Ein tsk. frískt timian

50 gr. smør

3 dl fullfeit mjólk

Ein neva av persillu, smáttskornari

Sitrónsaft

Tvær fransbreyðflísar

Olivinolja

Ostur at ríva (tú kanst nýta harðan ost sum manchego, gruyere ella emmentaler)

5-6 stelkar av grønleyki, smáttskornum

 

Súltaður reyðleykur:

2 reyðleykir

1 dl av sukri

1 dl av vatni

1 dl av eddiki

2 fólk

 

Høvundur : Gutti Winther

 

Tíð: 45min


(Undantikið 1 til 2 dagar at vatna saltfiskin)

Gamal føroyskur siður er at salta fisk. Saltfiskur var vøran, sum umskapaði Føroyar til fiskivinnutjóð í 1800-talinum. Nógv halda uppá, at saltfiskur úr Føroyum er tann besti í heiminum.

Saltfiskur er frálíkur matur: heilsugóður og smakkar sera væl. Saltið varðveitir góðskuna í fiskinum og goymir føðsluvirðið. Saltfiskur verður vatnaður út í ein ella tveir dagar til at taka við vatni aftur, áðrenn hann er klárur at kóka. Henda tilgongd ger fiskin bleytan og dregur avlopssalt út. Tað, sum eftir er, er tann leskiligi saltfiskasmakkurin.

Føroyingar útflyta enn saltfisk til miðjarðarhavslondini, har hann er ein megintáttur í teirra matmentan, serstakliga toskurin. Hendan uppskriftin er ein føroysk tulking av tí siðbundna franska rættinum Brandade de morue. Uppískoytið við súltaðum reyðleyki gevur ein súrligan ráka aftur at tí salta og tunga smakkinum í saltfiskinum og eplamorlinum.

Vegleiðing

Fyrireiking:

Vatna saltfiskin út í fati við feskum køldum vatni í 1 til 2 dagar, so at fiskurin tekur við vatni. Tíðin, útvatningin tekur, veldst um støddina á fiskinum, og hvussu hart vatnið er. Tað skal vera umleið 3 ferðir so nógv vatn í fatinum sum fiskur. Skift vatnið einar tvær ferðir um dagin. Saltstroyddur fiskur nýtist ikki at vatnast út.

Tak skræðuna av flakinum og tak øll bein úr. Sker flakið í terningar.

Kóka eplini.

Meðan eplini kóka, skert tú leykin og hvítleykin, sum skula snerkjast saman við timiani í smøri einar tveir minuttir, til leykurin er bleytur. Lat mjólkina í og fiskin og lat hann loypa í 2-3 minuttir.

Morla eplini í eini skál, lat tann loypta fiskin, leyk og hvítleyk í og nóg mikið av mjólk, til tað verður mjúkt morl.

Lat smáttskorna persillu í og saft av hálvari sitrón, blanda alt saman til morl. Um morlið er ov turt, letur tú meira mjólk í.

Lat eitt sindur av salti í, men smakka á fyrst, tí tað er ymiskt, hvussu saltur saltfiskur er.

Sker breyðflísarnar í smá petti. Smyr olivinolju á breyðbitarnar og grilla teir á grillpannu ella í ovni, til teir eru broysknir.

Legg fiskin og eplamorlið í ein ovnfastan form og rív ost niðuryvir. Smelta ostin við eini blásilampu ella í ovninum.

Pynta við smáttskornum grønleyki og súltaðum leyki. Bjóða grillaðar breyðbitar afturvið.

 

Súltaður reyðleykur:

Sker leykin í tunnar dálar – tú kanst brúka mandolinjarn – og legg dálarnar í bolla ella krukku.

Fá vatn, edikk og sukur upp á kók í grýtu. Tá ið sukrið er upployst, stoytir tú lakan út yvir leykin.

Lat standa í 15 minuttir, og so er tann súltaði leykurin liðugur. Súltaður leykur verður bara betri av at standa, og hann kann goymast í nógvar vikur.

Samstarv millum Visit Faroe Islands, Matkovan og FaroeseSeafood.com.