Mannagongd
Hita ovnin til 220 hitastig.
Flys kálrótina og sker av/snøgga ovara og niðara part av rótini og sker hana síðan í dálar (1 cm tjúkkar) og síðan í bitar.
Vend kálrótabitarnar í olivinolju í einum bolla.
Breið bitarnar út á bakiplátu við bakipappíri og krydda við salti og pipari
Steik í ovninum í uml. 40 minuttir og minst til at venda bitarnar av og á, so at teir fáa javnan lit. Tá ið bitarnar hava fingið rættan lit, er klárt at eta.
Pynta steiktu kálrótina við smáttskornari persillu, áðrenn tú borðreiðir.
Samstarv millum Visit Faroe Islands, Matkovan og Búnaðargrunnin.