Tilfar

115 g bleytt smør 

75  g sukur

½ tsk. vaniljusukur

½ tsk. kanel

¼ vistfrøðiligt appelsinskal

2 egg

100 g blóð

95 g mjøl

1 tsk. bakipulvur

150 g fryst kirsiber

100 g flormelis

Til 6 fólk


Høvundur: Teitur Christensen


Tíð: 45 min
 

Mannagongd

Kóka tey frystu kirsiberini í eini grýtu við 3 spsk. vatn í 5 min. Síla kirsiberini frá og lat tey kølna. Rør 100 g flormelis í kirsiberjalakan og set hann til síðis.
Píska smør, sukur, vaniljusukur, kanel og appelsinskal saman í minsta lagi 10 min, til blandingurin er hvítur og lættur.
Koyr egg í eina skál og rør blóðið útí. Rør síðan nakað í senn av egg- og blóðblandingini í smørblandingina.
Síla mjøl og bakipulvur og vend tað í blandingina. Vend kirsiberini í til síðst.
Být deiggið út í 6 smurdar muffin-formar og baka í 15 min á 170 hitastigum í forhitaðum ovni.
Prika djúp hol í køkurnar við einum stokki, meðan tær eru flógvar. Deil kirsiberjalakan oman á køkurnar, soleiðis at tær blotna. Lat síðan køkurnar køla í formunum.
Borðreið køkurnar saman við vaniljuísi.

Samstarv millum Visit Faroe Islands, Matkovan og Búnaðargrunnin.