UPPMERKING AV VARÐA- OG BYGDAGØTUM

Tað skal vera lætt og trygt at ganga í fjøllunum. Tí skráseta og merkja vit áhaldandi varða- og bygdagøturnar kring landið.

PRESTAR

Snøggu prestarnir verða gjørdir í samstarvi við verkstaðið Vón. Teir fáast í fýra ymiskum litum – grønum, ljósabláum, reyðum og myrkabláum/svørtum. Vit mæla til, at liturin samsvarar við torleikastigið á túrinum. Torleikastigini síggja tit í okkara faldara og á hesari síðuni

Tá ið gonguleiðin verður uppmerkt við prestum, er tað so upplagt at mála annað so sum portur, stig, stigar upp um hegn, steinar, SEV-pelar v.m. í sama liti. 

Vit hava eisini myndaformar til láns, um tað er hóskandi at fáa varðar málaðar á vegin (dømi sæst longri niðri). Hetta kann gerast í hvítum ella í litum, ið vísa torleikastig. Avtala má sjálvandi gerast við tey, ið varða av vegnum.

 

Um málingina: 

  • Flügger Wood Tex 04 basa.

Litkotur: 

  • Antikblá (ljósablá): U572
  • Reyð: S3560-Y90R

Prestarnir fáast í tveimum longdum – 50 og 60 cm – alt eftir, hvussu djúpt áskotið er. Ein lítil vegleiðing er niðanfyri at taka niður á telduna.

ÁVÍSING TIL TÚRABYRJAN

Pílarnir á ávísingarskeltinum vísa á røttu leiðina at ganga. Støddin er 16 x 16 cm. Tit kunnu lesa nærri um hetta á s. 20-23 í Varða- og gongutúrasniðhandbókini, ið kann takast niður niðanfyri.

PÍLASKELTI

Tá ið ein gøta fer í tvíningar, er gott við einum pílaskelti, ið vísir, hvagar gøturnar leiða. Hesi kunnu eisini nýtast, har ið ávísingarskeltini ikki síggjast nóg væl.

Um tit vilja hava prestar, ávisingar- ella pílaskelti til túrabyrjan, kunnu tit venda tykkum til kommununa ella kunningarstovuna. Hesi fáa prestar frá okkum við at skriva til alda(kurla)visitfaroeislands.com ella ringja á 556133.

TAK NIÐUR

VARÐA- OG GONGUTÚRA-KONSEPT
Varða- og gongutúrasniðhandbók
TAK NIÐUR
ÁVÍSINGAR TIL TÚRABYRJAN
Framløga um ávísing til túrabyrjan
TAK NIÐUR
EIN VARÐI Á VEGNUM
Dømi um varðar, sum eru málaðir á vegin
Tak niður
MERKING AV BYGDA- OG GONGUGØTUM
Vegleiðing: Soleiðis merkja tit bygdagøtur, gongutúrar og leiðir út á útsýnisstøð
TAK NIÐUR

VEGLEIÐING Í AT LAÐA VARÐAR

Á FØROYSKUM: SOLEIÐIS LAÐA VIT VARÐAR
Varðar eru ímyndin av fjøllunum. Teir vísa røttu leiðina, tá ið sýnið ella veðrið er vánaligt. 
Tak niður
IN ENGLISH: HOW TO BUILD CAIRNS
The cairns are to be reliable trail markers in terrain that can be difficult to navigate in poor visability or bad weather.
DOWNLOAD