SKELTARAMMUR

Tá ið kommunur og kunningarstovur bíleggja skelti frá okkum, hava vit trý sløg av rammum at velja í. Júst hvat og hvussu veldst ofta um lendið og umstøðurnar. Niðanfyri verða hesar rammur lýstar.

1

Henda ramma verður í høvuðsheitum nýtt til bygdaskelti. Kann tó eisini nýtast, tá ið størri kunningarskelti og bygdagøtuskelti við fleiri túrum verða sett upp.

Skeltini, ið verða gjørd til hesar rammur, eru 127 x 82 cm, og ramman sjálv er áleið 145 x 230 cm. Tit eru vælkomin at koma og fáa rammur frá okkum: Gongin 9, 100 Tórshavn.

2

Hesar rammur eru til skelti, ið liggja á skák. Verða mest brúktar til kunningarskelti, ið eru  80 x 50 cm til støddar.

3

Og at enda ein skeltaramma, ið liggur lágt í lendinum. Hesar hóska seg best til gongutúrar og kunningarskelti. Skeltini, ið passa í rammuna, eru tá 80 x 50 cm til støddar.

 

Leiðbeining til at seta rammur upp sæst her