BYGDARSKELTI

Tá ið ferðafólk koma til eina nýggja bygd, mugu tey kunna vita, hvar ið tey ymisku tingini eru – vesi, parkeringsøki, handlar, kaffistovur, søvn o.s.fr. Bygdarskeltini vísa alt hetta. Og meira – tey vísa eisini gongutúrar í økinum. 

Visit Faroe Islands letur skeltini ókeypis. Øll bygdarskeltini hava sama eyðkenda snið: Tey eru strikuteknað við hæddarkurvum, hava tíðleyst snið og einfalda og neyva kunning. Støddin á skeltunum er 127x82cm, og ramman er úr eikitræ.

Kundu tit hugsað tykkum eitt bygdarskelti?

  1. Tak bíleggingarskjøl niður á telduna.
  2. Fyll út bíleggingarskjøl bygd fyri bygd.
  3. Legg kort av bygdini við og vís á, hvat ið skal á skeltið, og hvar á kortinum ymisku plássini eru. Gevið gætur, at plássini kunnu vera fleiri enn tey seks, ið frammanundan eru á bíleggingarskjalinum.
  4. Savna bíleggingarskjølini í eitt teldubræv, viðmerk “bygdaskelti + [navn á stovni, ið bíleggur]” og send til: alda(kurla)visitfaroeislands.com

Kunningarstovur og kommunur eiga ábyrgdina av, at skeltini verða sett rætt upp.

 

Eisini bjóða vit kunningarstovum og kommunum skeltarammurnar, ið Tórálvur Weihe, arkitektur, sniðgav í 2003 (síggið handbók her). Hesar rammur eru tær, ið síggjast við flestu bygdir í Føroyum nú á døgum.

DØMI UM BYGDARSKELTI

FROÐBA
SÍ DØMI
SØRVÁGUR
SÍ DØMI
FUGLAFJØRÐUR
SÍ DØMI

BÍLEGGINGARSKJAL

BÍLEGGINGARSKJAL

Tak niður bíleggingarskalið til bygdarskelti
TAK NIÐUR