KUNNINGARSKELTI

Tað er nógv at síggja, tá ið mann ferðast í Føroyum – fornminni, minnisvarðar og onnur áhugaverd støð. Tá ið ferðafólk koma til hesi støð, er gott við kunningarskeltum, sum fortelja um tað, sum er at síggja ella uppliva. Her á síðuni kunnu tit lesa eitt sindur um hesi skeltini. 

Kunningarskeltini geva eina yvirskipaða kunning. Kunningin skal helst vera støðug ella varandi, so at skeltini ikki skulu broytast frá ári til ár. Skeltini hava øll eitt listarligt úttrykk við strikuteknaðum tekningum, og teksturin er altíð á føroyskum og enskum. 

Kundu tit hugsað tykkum eitt kunningarskelti?

  1. Sendið tekst á føroyskum (í mesta lagi 250 orð) og á enskum (eisini í mesta lagi 250 orð) og eina mynd til Aldu á alda(kurla)visitfaroeislands.com fyri at bíleggja skelti. 
  2. Viðmerkið “kunningarskelti + [navn á stovni, ið bíleggur]” í evnisteigin. Tit kunnu eisini ringja á 556133 fyri nærri kunning um bílegging.
  3. Vit mæla tykkum frá at montera skeltið á sjálvan bygningin ella lutin, sum skeltið kunnar um. Ferðafólk skulu helst kunna taka mynd, uttan at skeltið órógvar. 

DØMI UM KUNNINGARSKELTI

Fiskastykkið í Vestmmana
SÍ DØMI
Húsini við brunn
SÍ DØMI
Kolaídnaðurin í Rangabotni
SÍ DØMI