GONGUTÚRASKELTI
Fyrr fóru føroyingar í fjøllini, tí teir høvdu ørindi har. Nú fara vit – og ikki minst ferðafólk – í fjøllini fyri at uppliva sjálvan túrin. Summi eru ikki staðkend, og uppaftur fleiri vita ikki, hvussu man ber seg at í føroysku fjøllunum.
Gongutúraskelti vísa viðkomandi kunning um túrin so sum longd, torleikastig og hægsta punkt. Eisini eru leiðreglur um rættan atburð og kunning um ymiskt spennandi, sum er at síggja á leiðini. Skeltini taka seg væl út í lendinum við brúnum jarðliti, sum fellir inn í umhvørvið. Støddin á skeltinum er 80 x 50 cm.
Summir túrar eru ikki merktir, og har eru steyrar settir upp. Er talan um varða- ella bygdagøtu, kunnu prestar verða settir ímillum varðarnar. Hvør túrur hevur sín egna lit. Tit kunnu lesa meira um uppmerktar varða- og bygdagøtur her.
Kundu tit hugsað tykkum eitt gongutúraskelti?
- Takið bíleggingarskjøl niður á telduna.
- Fyllið út bíleggingarskjøl gongutúr fyri gongutúr.
- Leggið kort av bygdini við og vísið á, hvar ið best er at ganga. Umráðandi er at vísa á hvar, ið skeltið skal standa. P-øki, vesi, útsýnisstaðir o.s.fr. kunnu eisini standa á skeltinum.
- Savnið bíleggingarskjølini í eitt teldubræv, viðmerk “gongutúraskelti + [navn á stovni, ið bíleggur]” og send til: alda(kurla)visitfaroeislands.com
Best er, um bygdarskeltið, sum gevur yvirlit yvir bygdina, eisini vísir túrin, tó at gongutúraskeltið lýsir túrin neyvari.
Til ber eisini at bíleggja rammur til gongutúraskeltini. Vegleiðin til uppsetan av hesum er niðanfyri.