BOÐSKELTI
Kann mann flúgva við dronum allastaðni? Órógvar tað seyðin, um mann fer yvir til hann … í lembingartíð? Flest ferðafólk eru góð og vilja ikki bera seg skeivt at. Tá ið tað so hendir allíkavæl, er tað oftast, tí at tey ikki vita av tí. Og tá koma boðskeltini væl við. Tey geva eini ávís boð um eitt ávíst evni á einum ávísum stað.
Vit hava 13 ymisk boðskelti til kommunur, kunningarstovur og stovnar. Øll skeltini eru ókeypis. Vilja jarðareigarar og onnur seta skelti upp, kann kommunan ella kunningarstovan í økinum útvega tey.
Forboðsskelti við fótasporum fæst við at venda sær til okkara.
13 boðskelti í at velja
Haldarar
Haldarar kunnu bíleggjast frá Sansum.