WHATSON.FO
Øll tiltøk – úr øllum landinum – á einum stað. Tað er ikki so galið. Endamálið við What’s On er júst at geva fólki eitt skjótt og neyvt yvirlit yvir øll tiltøk í Føroyum. Nær og hvar, ið tey fara fram, og eisini, hvat fyri tiltak talan er um: konsertir, framløgur, sjónleikir, matupplivingar og mangt, mangt annað.
Fleiri hundrað tiltøk og fleiri enn 400 støð eru skrásett á What’s On. Nógvir útlendingar nýta What’s On fyri at vita, hvat hendir í Føroyum, og tí finst øll kunningin bæði á føroyskum og enskum.
“Vit hava havt tørv á einum sjónligum palli, sum samlar øll tiltøk í Føroyum. What’s On er eitt frálíkt amboð til júst hetta.”
– Barbara Samuelsen, leiðari í Visit Tórshavn (2019)
HEVUR TÚ EITT TILTAK?
Øll kunnu skráseta tiltøk á What’s On. Tiltøkini verða góðkend, áðrenn tey verða løgd út. Tað eru kunningarstovurnar kring landið, sum umsita og góðkenna tiltøkini so hvørt.
Tá ið tú skrásetur tiltøk á whatson.fo, verður tiltakið samstundis sjónligt á ymiskum kunningarskíggjum kring landið og á portal.fo v.m.
Niðanfyri er ein vegleiðing um, hvussu tú gert.