FALDARAR

Góði, gamli faldarin. Hann er her enn – hóast mong okkara dúva á Google Maps og Tripadvisor, tá ið vit ferðast til nýggj støð. Ein faldari hevur tó onkrar fyrimunir. Hann gevur eitt neyvt (og rætt) yvirlit til ferðafólk, og so er hann eitt sindur sjarmerandi. Mann kennir á sær, at mann ferðast ordiligt, tá ið mann hevur ein faldara í ryggsekkinum. 

Vit hava (sjálvandi) framleitt faldarar til ferðafólk, sum leita sær longu leiðina til Føroya. Øll – kunningarstovur, kommunur, fyritøkur (so sum handlar, leigubilar, gistingarstøð v.m.) – eru vælkomin at biðja um faldarar. 

Samstarv og felagsleið er tað einasta rætta fyri eitt lítið ferðamál, sum heimurin hevur fingið eygu á. Samstarv í ferðavinnuni skal tryggja, at kunningin og leiðbeiningin kring landið er røtt – og altíð tøk – og at vit hjálpa hvør øðrum og gestum okkara á bestan hátt: bæði úti í fjøllunum, inni í býnum og á talgildu miðlunum. 

– Hornasteinur #2, Menningarætlanin fram ímóti 2025

1. FAROE ISLANDS TOURIST GUIDE (Á DONSKUM, ENSKUM OG TÝSKUM)

Hetta er ein ‘tourist-guide’, sum Sansir letur gera á hvørjum ári. Kemur vanliga út til Vestnorden í september. Faldarin hevur alla praktiska kunning um Føroyar sum ferðamál.
Síggið og/ella takið faldaran niður her.

2. FØROYAKORT

Føroyakortið, sum Sansir eisini gera, kemur vanliga út um ársskiftið.

3. SAFE TRAVEL (Á ENSKUM)

Safe travel faldarin er leiðbeining til hvussu ein ferðast trygt í Føroyum. Á baksíðuni er útfyllingarskjal til ferðafólk at fylla út áðrenn farið verður í hagan. Skjalið er gott at leggja eftir seg har sum tey búgva ella  í rútin á bilinum. 

Síggið og/ella takið faldaran niður her.

4. WELCOME (VÆLKOMUSKJAL VIÐ VEGLEIÐINGUM Á ENSKUM)

Hetta skjalið hóskar seg sera væl sum tað fyrsta, ið fólkini síggja, tá ið tey koma: í leigubilum, leiguíbúðum, hotellkømrum o.s.fr. 

Hetta er ein styttri útgáva av áðurnevnda faldara ‘Safe travel’.

VÆLKOMUSKJAL VIÐ VEGLEIÐINGUM
TAK NIÐUR

5. HIKING IN THE FAROE ISLANDS (Á ENSKUM)

Hetta er faldari við uppskotum til gongutúrar. Her fáa ferðafólk íblástur til túrar og kunning um torleikastøði, longd og atlit at taka.
Síggið og/ella takið faldaran niður her.

6. BIRDS OF THE FAROE ISLANDS (Á ENSKUM OG DONSKUM)
(faldari einans tøkur á netinum)

Í 2014 kom faldari út til lundafjepparar og onnur, ið eru serliga áhugað í føroyskum fuglum. Í fuglafaldaranum fæst kunning bæði um vanligar og serstakar fuglar.
Síggið og/ella takið faldaran niður her.

7. CHURCHES IN THE FAROE ISLANDS (Á ENSKUM OG FØROYSKUM)

Kirkjurnar eru nógvar í Føroyum. Og tær eru eisini forvitnisligar. Tí kom ein kirkjufaldari út (í 2022) til ferðafólk, ið møguliga hava áhuga í føroyskum kirkjum. Í hesum faldara  fæst kunning um 11 út av 62 kirkjum – hvør við síni serstøku søgu.
Síggið og/ella takið faldaran niður her.

Fyrispurningar um pappírsútgávur av faldarum kunnu sendast til info@visitfaroeislands.com. Eisini kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á telefon +298 666555. Er talan um stórar mongdir (t.d. til messur og líknandi), er gott at fáa boð í góðari tíð.