ØKISKORT
Tá ið fólk vitja nýggj øki, mugu tey ofta fáa vegleiðing. Hvar er hetta, og hvar er hatta. Vit hava tí gjørt nøkur kort yvir ymisk øki í landinum í samstarvi við kunningarstovurnar.
Í kortunum eru 7 útvald øki. Hvørt øki er nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni og vísir, hvar ið gott og trygt er at ganga, og hvat ið ymisku økini hava at bjóða umframt onnur viðkomandi viðurskifti.
Kortini eru liður í at skipa ferðavinnu í Føroyum, so at øll, sum koma til landið, fáa viðkomandi og samanhangandi kunning. Tí gongur sama kunningin aftur í kortunum – m.a. um rættan atburð í økinum.
Tey hava eisini sama grafiska samleika, sum vit kenna frá skeltum í náttúruni og faldarum og tílíkum tilfari. Kortini eru sera vøkur á at líta og hóska seg væl sum veggjaprýði (sum laminat) ella sum plakat. Eitt nú prýðir vakra Suðuroyggin veggirnar á dekki fimm umborð á Smyrli. Her kunnu ferðandi taka eitt kort við sær, so at tey kunnu nýta tíðina umborð til at fyrireika seg til túrin suður.
Hesi kortini eru at finna allastaðni, har ið nógv ferðafólk eru: á farstøðini, flogvøllinum og øðrum knútapunktum annars. Tit kunnu ogna tykkum nøkur kort við at heita á okkum ella avvarðandi kunningarstovu – ella tit taka tey niður her á síðuni. Trýstið á knøttarnar niðanfyri.