KUNNINGARSKÍGGJAR

Flestøll ferðafólk hava eitt í felag: Tey spyrja seg fyri, tí tey vilja fáa nærri kunning um tað økið, tey eru í. 

Kunningarstovurnar eru ofta fyrsta miðið. Starvsfólk í kunningarstovum svara sjálvandi fyrispurningum, men onkuntíð – t.d. um nógv ferðafólk eru inni í senn – er gott við einum kunningarskíggja. 

Ferðafólk spyrja seg eisini fyri aðrastaðni: eitt nú á flogvøllinum, í gistingarhúsum og í bensinstøðum. Tá er gott við einum kunningarskíggja, tí skíggjarnir hava ofta svarini, sum ferðafólkini leita eftir, umframt at skíggjarnir kunnu innstillast, so at teir bert vísa kunning um ávísa økið. Umframt hetta sæst eisini ‘See & Do’, ‘Eat & Drink’, ferðamøguleikar og What’s On.

Vilja tit hava slíkan skíggja, kunnu tit spyrja tykkum fyri hjá okkum.