KUNNING TIL FERÐAFÓLK
Góð kunning er hornasteinurin í allari ferðavinnu. Tað er einki stuttligt at standa sum ferðafólk í einum nýggjum landi við einum ósvaraðum spurningi.
Kunningarskíggjar og faldarar eru altíð kærkomnir – og heimasíðan whatson.fo er staðið, har ið ferðafólk finna øll tiltøk. Alt á einum stað. At skráseta tiltøk er ókeypis – og bjóðar tú gisting, so hava vit eina røð av ókeypis faldarum. Tað er bara at liggja framvið.