TILFAR TIL MARKNAÐARFØRING
Ein mynd sigur meira enn túsund orð. Tá ið Føroyar verða seldar sum ferðamál, er tað einki at siga til, at myndir og filmar, mugu vera av hægstu góðsku. Her á síðuni er ymiskt tilfar, sum fyritøkur og fólk kunnu nýta í marknaðarføringini.
MYNDIR OG FILMAR
Niðanfyri eru myndir og filmar, sum tit kunnu brúka, tá ið tit marknaðarføra Føroyar sum ferðamál – treytað av, at tit fylgja hesum treytum:
- Ferðavinnufyritøkur kunnu nýta myndirnar í hesum myndasavninum tan kostnað – men bert, um endamálið er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.
- Eftir at myndirnar eru tiknar niður, kunnu tær bert nýtast til tilskilaða endamálið.
- Myndirnar kunnu ikki latast til triðja part.
- Myndirnar kunnu ikki nýtast í beinleiðis handilsligari nýtslu. Hetta merkir, at myndirnar ikki kunnu nýtast í marknaðarføring av ítøkiligum produktum, ið skulu seljast. Sum eitt dømi kann nevnast gerð av postkortum.
- Navnið av myndafólkinum skal framganga, tá ið myndir verða nýttar. Myndirnar kunnu broytast við “cropping”, men skulu ikki viðgerast ella broytast annars.
Um so er, at omanfyri nevndu treytir ikki verða hildnar, so átaka vit okkum rættindi til frítt at kunna taka inn aftur brúksrættin til myndir úr savninum og/ella at útihýsa brúkaran frá at nýta okkara myndasavn.
Myndir og filmar kunnu takast niður við at trýsta á ymisku leinkini niðanfyri. Fyri at fáa atgongd til tilfarið, er neyðugt at hava eitt loyniorð. Hetta fáa tit við at senda ein teldupost til info@visitfaroeislands.com, har ið greitt verður frá, at tykkum tørvar eitt loyniorð til myndasavnið.
AMBOÐSKASSIN
Eisini ber til at nýta amboðskassan, ið er kassin við øllum hentum amboðum til framløgur um Føroyar: myndir, filmar og kunning. Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær nøkta ymiskum tørvum alt frá heilt stuttari kunning um, hvar ið Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Fyritøkur og skúlaflokkar eru eisini vælkomin at biðja um tilfar.