Verkstova í myndatøku við fartelefon

Kundi tú hugsað tær at dugað betur at tikið myndir við fartelefoninini? So er hetta skeiðið til tín!
Mikudagin 19. mars verður heildagsverkstova á Fiskastykkinum, har undirvíst verður í grundleggjandi myndatøku og myndaviðgerð.

Mong, sum arbeiða innan fyri ferðavinnu, hava tørv á myndum til m.a. sosialar miðlar. Á hesari verkstovuni læra starvsfólk í ferðavinnuni um grundleggjandi myndatøku við fartelefon. Verkstovan er ætlað nýbyrjarum og óroyndum, men øll eru sjálvandi vælkomin við. Ongin grundvitan krevst frammanundan. Á verkstovuni fer Beinta Haraldsen at undirvísa í myndabygnaði, ljósi, litum, portrettmyndum, detaljumyndum og myndaviðgerð við fartelefon. Eisini fer hon at greiða frá góðum vanum handan góðu myndina, har tað snýr seg um at gera sær ómak og ikki skunda sær.

 

Verkstovan verður á Fiskastykkinum frá 10-16, har luttakararnir fáa høvi at taka góðar myndir í vakra umhvørvinum í Sandavági. Kostnaðurin er 500,- kr. – íroknað máltíðir og skeiðsluttøku.

 

At hava við:
Eina fartelefon við nýggjastu dagføringum og góðum myndatóli. Um tú ikki eigur eina góða fartelefon, sum er í mesta lagi 2-3 ár, vilja vit viðmæla tær at læna eina til høvið.

 

Um Beintu:
Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum myndakvinna og hevur seinastu árini starvast mest innan filmsvinnu og aðrar kreativur vinnur. Beinta undirvísir harumframt á ymiskum verkstovum í m.a. at gera film við fartelefon, at gera ferðaskráir við Travefy, og er serfrøðingur í forritinum Trello, sum verður brúkt til verkætlanarleiðslu og samstarv.

 

Øll, sum arbeiða í og eru áhugað í ferðavinnuni, kunnu tekna seg. Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 17. mars. Avmarkað pláss til 12 fólk á skeiðinum.