PLEASE VISIT RESPONSIBLY - NÝGGJA ÁTAKIÐ HJÁ VISIT FAROE ISLANDS

Dagfesting | 26. juni 2026

Nýggja kunningarátakið um ábyrgdarfullan atburð hjá ferðandi í Føroyum hevur nú verið í gongd í ein mánað.

Átakið tekur støði í ferðavinnuætlanini Heim og byggir víðari á arbeiðið við ferðafólkakunning, sum er gjørt seinastu árini. Við heitinum “Please Visit Responsibly” er ein greiður og altjóða kendur boðskapur tikin í nýtslu – har ein tilsiping spælir við “Please Drink Responsibly”, sum fólk flest kenna frammanundan. Boðskapurin er einfaldur: ferðafólk eru hjartaliga vælkomin til Føroyar, men tað er eisini týdningarmikið at vísa atlit og ferðast við ábyrgd. 

Talan er um eitt samlað átak, sum sameinir marknaðarføring og ferðafólkakunning. Frá tí løtu fólk byrja at kunna seg um Føroyar á sosialum miðlum og á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands skulu tey møta somu greiðu boðskapum um, hvussu ein ferðast við virðing fyri náttúru, samfelagi og fólki. Komin til Føroyar eru somu boðskapir at síggja á øðrum pallum og miðlum, t.d. á flogvøllinum, á kunningarstovuni og hotellinum. Eisini verður boðskapurin flættaður inn í skeltini, ið stigvíst verða sett upp kring landið.

– Við “Please Visit Responsibly” vilja vit vísa ferðafólkum, hvussu tey kunnu njóta Føroyar og samstundis vísa atlit til náttúru og samfelag, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands. Vit hava við hesum savnað og styrkt tað arbeiðið, sum longu er gjørt innan ferðafólkakunning, og gera tað meira sjónligt og samanhangandi

Átakið víkir nakað frá undanfarnum átøkum hjá Visit Faroe Islands. Tónin er lættari og til tíðir verða boðskapirnir miðlaðir eitt sindur skarpt og øðrvísi, soleiðis at teir treingja ígøgnum á samanstúgvaða plássinum á sosialum miðlum. 

Afturmeldingarnar frá føroyingum eins væl og útlendskum samstarvspørtum hava sum heild verið góðar. 

Hetta er ein øðrvísi máti at skipa miðlingina um ferðafólkatburð og verður hetta kunningar- og marknaðarføringsátakið týdningarmikil liður í arbeiðinum at menna Føroyar sum eitt ábyrgdarfult og burðardygt ferðamál.