HAR NEYT OG FERÐAFÓLK MØTAST

Dagfesting | 26. juni 2026

Bára Joensen, bóndi á Varmakeldugarðinum í Norðagøtu, er ein av fleiri bóndum, sum síggja møguleikar í at sameina landbúnað og ferðavinnu

Bára er fróðafólki hesuferð

Fyri nøkrum árum síðani hevði eg ikki ímyndað mær, at fólk fóru at ferðast til Norðagøtu fyri at hyggja at neytum. Men her eru vit. Eg havi altíð havt áhuga fyri ferðavinnu, og í 2012 tók eg útbúgving sum ferðaleiðari. Sama ár byrjaðu vit við heimablídni, og síðani hava nógv fólk vitjað bæði okkara heim og Varmakeldugarðin. 

- Bára Joensen

Tað vísir seg, at nógv ferðafólk vilja uppliva meira enn vakrar fjallatindar – tey vilja eisini síggja, hvussu vit liva.Tá vit bygdu nýtt fjós í 2021, fingu vit eitt sindur øðrvísi hugskot. Hví ikki gera eina matstovu á loftinum? Nú kunnu gestir njóta ein góðan bita, meðan neytini ganga niðriundir. Her verður matur borðreiddur, har hann kemur frá. 

Í 2025 tók eg lut í Nýskapan í Ferðavinnu fyri at fáa nýggjan íblástur. Tað hevur givið okkum dirvi at menna fleiri upplivingar á garðinum. Umframt garðsvitjanir og gongutúrar oman á Varmakeldu fara vit at hava Fjós Café týsdagar í summar. 

Og so eru tað ostarnir. Tað er nakað serligt við einum osti, sum hevur fingið frið at búnað í eitt heilt ár. Tað gevur bæði mjúkleika og karakter – kanska eitt sindur sum bóndalívið sjálvt.

Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri garðin. Hon gevur eina eyka inntøku, men minst líka umráðandi er, at hon gevur mær møguleika at vísa føroyskan landbúnað og okkara siðaarv fram fyri fólki úr øllum heiminum. Tá fólk síggja arbeiðið á garðinum við egnum eygum, økist virðingin fyri tí, vit gera, og tað styrkir bæði garðin og arbeiðið, sum liggur aftan fyri hann. Um tey samstundis hava fingið ein góðan ostabita við á vegnum, so er tað bara ein eyka vinningur.

Trýst her og lesið meira um Báru og ostaframleiðsluna á garðinum.