AIRBNB OG ONNUR STUTTTÍÐARLEIGA ER VORÐIN TÝÐANDI PARTUR AV FERÐAVINNUNI

Dagfesting | 26. juni 2026

Nýggj hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa, at stutttíðarleiga er ein stórur og týðandi partur av gistingartilboðnum til ferðafólk í Føroyum.

Í 2024 vórðu umleið 1.200 eindir bodnar út til stutttíðarleigu kring landið. Talan er serliga um sethús, íbúðir og kømur, men eisini um aðrar eindir sum neyst og húsvognar. Til samanberingar eru knapt 900 hotelkømur í Føroyum. Mátað í tali av seingjarplássum er rúmføri (kapasiteturin) á privata stuttíðarleigumarknaðinum sostatt munandi størri enn hjá gistingarhúsunum. 

Sambært uppgerðini gistu umleið 90.000 gestir í stutttíðarleigu í Føroyum í 2024. Samanlagt vórðu skrásettar umleið 359.000 fólkanætur, og 95 prosent av gestunum vóru útlendsk ferðafólk. Til samanberingar vóru 244.586 fólkanætur skrásettar á gistingarhúsunum.

Tølini vísa eisini, at stutttíðarleiga hevur stóran búskaparligan týdning. Samlaði umsetningurin í 2024 var mettur til umleið 160 mió. Kr. 

Fyri ferðavinnuna eru hagtølini áhugaverd, tí tey geva eina betri mynd av einum parti av gistingarmarknaðinum, sum higartil hevur verið torførur at lýsa við almennum hagtølum. Hesin parturin av ferðavinnuni hevur heldur ikki verið partur av hagtølunum fyri m.a. umsetningin í ferðavinnuni fyrr enn nú. 

Uppgerðin vísir, at nýtslan av stutttíðarleigu er ymisk kring landið. Í Suðurstreymoy varð hvør eind í miðal leigað út í 119 nætur í 2024, meðan miðaltalið fyri restina av landinum var 103 nætur. Eisini vísir uppgerðin, at rúmføri er ymiskt millum leigueindirnar. 

Summar íbúðir ella hús verða útleigað part av árinum, meðan annað er tøkt alt árið. Hetta hevur uppgerðin hjá Hagstovuni tikið hædd fyri. 

Stutttíðarleiga í Føroyum 2024

  • Umleið 1.200 eindir vóru bodnar út til stutttíðarleigu
  • Til samanberingar eru bert knapt 900 hotelkømur í Føroyum
  • Uml. 90.000 gestir gistu í stutttíðarleigu í 2024
  • Skrásettar vóru uml. 359.000 fólkanætur
  • 95% av gestunum vóru útlendsk ferðafólk
  • Gistingarhúsini høvdu til samanberingar 244.586 fólkanætur
  • Samlaði umsetningurin var mettur til uml. 160 mió. kr.
  • Í Suðurstreymoy varð hvør eind í miðal útleigað í 119 nætur
  • Miðaltalið fyri restina av landinum var 103 nætur

Stutttíðarleiga skapar inntøkur kring alt landið og gevur ferðafólki fleiri og fjølbroyttari gistingarmøguleikar. Hon er eisini við til at loysa eina rúmførisavbjóðing í ferðavinnuni, serliga í háárstíðini og í økjum, har fá siðbundin gistingartilboð eru. Samstundis vísa tølini, at stutttíðarleiga er ein vaksandi partur av bústaðarmarknaðinum, og tí er neyðugt at hyggja nærri at, hvussu hesin marknaður kann mennast á ein hátt, sum bæði tænir ferðavinnuni og tekur hædd fyri bústaðarpolitisku avbjóðingunum.